Altjóða leiklistadagur

Í dag – 27. mars – er altjóða leiklistadagur. Í hesum sambandi hevur Thorgeir Tryggvason, formaður í Meginfelag áhugaleikara Íslands, skrivað hesi andbornu orð:

Kjarnin í málinum er …

Øll list má hava eitt áhugahjarta.

Lat meg orða meg á annan hátt:

Øll list hevur eitt áhugahjarta. Annars vildi hon bert verið ein vøra. Ein nýtsluvøra.

Hetta er so eyðsæð, at tað lætt kann smokka burturímillum. Serliga í okkara postmordernaðu samtíð, har alt er ein vøra. Ella næstan alt.

List er annaleiðis. List eigur at vera annaleiðis.

List má spretta úr tráðan. Einum tørvi á at rannsaka, samskifta og engasjera seg. Og tí gleðini, ið ein væleydnað rannsakan, samskifti og áhugi birtir í skaparanum og hansara samstarvsfeløgum – áskoðarunum. Hetta er eysæð, tá ið vit taka grundgevingina fyri úrtøku burturúr javnvágini. Tá ið tað vinnuliga ikki er uppi í spælinum. Tá ið ágrýtni eftir livibreyði er burtur.

Hetta er serliga sjónligt í áhugalist og soleiðis eisini í áhugaleiki. Har alt, ið verður gjørt, týðiliga verður gjørt av tráðanini eftir at gera júst hetta. Ikki fyri einum livibreyði fyri eyga. Ikki fyri at gerast kendur. Ikki, tí tað er ein skylda, eitt vanaverk, ella tað listhandverkið, tú tókst eina útbúgving í. Men tí tað er nakað, tú bert elskar at gera. At rannsaka kenslur og støður. At býta út sannleikar funnið í rannsakanini. At fáa áskoðaran, lesaran at flenna, gráta og hugsa.

At veksa og vera orsøkin til, at onnur fólk veksa.

Eisini, tí tað snøkt sagt bara er stuttligt, á sama hátt sum lívið er stuttligt. Ella burdi verið tað.

Hetta er hjartað. Um tú fært pengar fyri tað ella ikki, um tú hevur formliga útbúgving ella ikki, enntá um tú ert ein altjóða stjørna. Eisini um tú ert sjúkrarøktarfrøðingur, bussførari, lesandi, tannlækni ella húsasmiður, sum avger at brúka frítíðina at tæna røddini í hjarta tínum. Tá er tað eyðsæð.

So eyðsæð í grundini, at tað er lætt at missa úr eygsjón. Í okkara nútíðarsamfelag við síni tráðan eftir vinningi og navnframi er tað lætt at gloyma kjarnina í málinum. Mentanarligu myndugleikarnir og tey við fíggjarligari makt gloyma hetta støðugt.

Vit vita øll betur. Í okkara hjørtum.

St. Augustine segðið tey víðagitnu orðini: “Elska Gud og ger tað tær dámar at gera.”

Íðan, vit leikfólk – tey serkønu og onnur – elska ta lúnutu Thaliu. Og vit fara heilt vist ongantíð at steðga við tí okkum dámar at fáast við. Tí kærleikin til tað er okkara mest týdningarmikli vegleiðari.