«2018»Í dag«Jun»
        1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30  
M T M H F L S

MáF-Kalendari 2018

Mai:

Dramverkstaðið á ferð

Juni:

Norðoyastevnuteitið


 
Juli:

EDERED, Frankaríki

NEATA Youth Camp, Litava

10. NEATA Festival, Litava

September:

Stanislavskij-skeið




EDERED 2018

EDERED er ein felagsskapur, ið skipar fyri barna-/ungdómstiltøkum í samband við sjónleik. Endamálið hjá felagsskapinum er at menna millummentarligt arbeiði innan drama og sjónleik fyri børn/ung í Evropa. Tiltakið fevnir m.a. um sjónleikaraskeiðir av ymiskum slag, har børn/ung í aldrinum 13-15 ár, ið hava áhuga innan sjónleik fáa høvi at menna seg, fáa íblástur og ikki minst eina uppliving fyri lívið. 

Í ár verður tiltakið í Toulouse í Frankaríki í døgunum 8.-22. juli og heitið er "GREAT EXPLORERS".  Úr hvørjum landi luttaka 2 vaksin fólk sum ávikavist hava leiklutin sum skeiðsleiðari og "welfare"-leiðari og ein bólkur av ungum fólki. Fyrireikarnir hava bjóðað 12 londum at luttaka: Føroyar, Ísland, Finnland, Stórabretland, Týskland, Estland, Litava, Pólland, Belgia, Turkaland, Grikkaland og Ísrael. 

Føroyar luttekur saman við Íslandi og har fara íalt 2 vaksin og 8 ung (4 gentur og 4 dreingir) avstað. Úr Føroyum luttekur Teresa Reinert (situr í nevndini fyri Ung í MáF), sum skal vera skeiðsleiðari á túrinum, saman við 2 gentum og 2 dreingjum). Úr Íslandi luttekur ein vaksin, sum skal vera "wellfare-leiðari" saman við 2 gentum og 2 dreingjum. 

EDERED er stytting fyri European Drama Encounters Rencontres Européennes de Drama og meira kunning um felagsskapin fæst her.