EINKI ORÐ

Sýningar:

31.10.14 kl. 21.30
01.11.14 kl. 19.30
02.11.14 kl. 19.30

Leikbólkurin InTime Theatre sýnir einmansleikin “Einki orð” á Tjóðpalli Føroya við Sóley Danielsen (FO) sum leikara og Jenný Láru Arnórsdóttir (IS) sum leikstjóra.

“Einki orð” snýr seg um lívið hjá einari muslimskari kvinnu, ið stríðist við at sameina sín muslimska samleika við sín samkyndleika.

Hann snýr seg eisini um nógvu fordómarnar, ið valda um islam. Kvinnan er praktiserandi muslimur í New York beint eftir yvirgangsatsóknina t. 11. septembur 2001, og hon og familjan eru fyri nógvum ágangi fyri døkka hár sítt, arabisku nøvnini og fyri at vera ílatin eftir muslimskari siðvenju.

Við leikinum vilja Sóley og Jenný Lára geva innlit í truplu tvístøðuna, trúgv og samkyndleiki kann seta fólk í, og vísa, at muslimar eru bara menniskju, eins og øll onnur.

“Einki orð” eftir Wendy Graf er fyrsta verk, Jenný Lára og Sóley seta upp við nýstovnaða leikbólkinum InTime Theatre. Jenný Lára er útlærdur leikstjóri frá the Academy of the Science of Acting and Directing í London, haðani Sóley er útlærdur sjónleikari.

Rannvá Danielsen er samskipari av leikinum.

Jákup Bernhard Brim hevur umsett leikritið frá enskum (“No Word in Guyanese for Me”) til føroyskt. Hann hevur áður umsett “Brúdleypið” eftir A. Chekhov og “Snjóhvíta og teir sjey dvørgarnir” eftir brøðrunum Grimm.Atgongumerki á kr. 150,- fáast áintimetheatre@intimetheatre.com, tlf 592009, við dyrnar ein tíma undan sýning og í VisitTórshavn.