Skeið í Samvirknari sansaleiklist


Lýsing av tiltakið

Dato: 16 feb 2016

KL: 00:00


MáF skipar fyri skeiði í Samvirknari Sansaleiklist (Interactive Sensoric Theatre) í døgunum 16. – 28. februar 2016 á Føroya Fólkaháskúla.
Á skeiðnum lærir tú at enduruppliva kroppin av nýggjum og menna hættir at brúka orð og kropp. Arbeitt verður við minni, talu, javnvág og kenslusemi í kroppinum við at ransaka allar sansir gjøgnum ljóð, lugt, yvirflatu, skap, tyngd, smakk, kennisans, tættleika og rúmd. Við spølum og venjingum verða sansir og hugflog kveikt, so tú sum luttakari og viðspælari fært bæði listarligan og námsfrøðiligan íblástur.
Undirvísarar verða Gabriel Hernandez, tekniskur leiðari í altjóða viðurkenda leikhúsinum Teatro de Los Sentidos í Katalonia og Marga Socias. Umframt at arbeiða sum leikarar og leikstjórar í Teatro de Los Sentidos, eru tey dugnaligir undirvísarar við yvir 15 ára royndum.
Skeiðið vendir sær til øll, sum eru áhugaði í sjónleiki (børn, ung vaksin), tað verið seg áhuga- ella yrkissjónleikarar, pallsmiðir, myndlistafólk, leikstjórar, leikritahøvundar – og eisini námsfrøðingar, lærarar og onnur, ið kundu havt áhuga í hesum skeiði til íblástur og menning.
Skeiðsundirvísingin báðar vikurnar verður soleiðis:
Týsdag Mikudag Fríggjadag Leygardag Sunnudag
18:00-21:00 18:00-21:00 18:00-22:00 13:00-18:00 13:00-18:00

 

Prísurin fyri alt skeiðið íroknað te/kaffi og frukt er kr. 2.000,00. Avmarkað pláss. Áhugaði kunnu fáa meiri kunning og tekna seg elektroniskt inni á heimasíðuni hjá MáF www.maf.fo. Skráseting er fyrst galdandi, tá ið goldið er á konto í Eik Banka: 148 420 8 í seinasta lagi 15. januar 2016.

 

Meiri kann lesast um Samvirkna Sansaleiklist í pdf-fíluni niðanfyri:

Lýsing_Samvirkin Sansaleiklist_HS.pdf