Frumframførsla í kvøld á Sandi

Vælkomin til ein sjónleik, sum eisini er ein veitsla, har tú er gestur! “Morð á Mýruborg” er fyrsti leikurin í Føroyum av hesum slag – ein “Murder Mystery Dinner”-leikur. Tey ungu í Virkinum eiga hugskotini, Sóley Danielsen er leikstjóri og hevur saman við leikarunum skrivað leikritið.

Bert 30 fólk sleppa til hvørja sýning, so tá atgongumerkini verða sett til sølu, er um at skunda sær! Frumframførslan er 28. mars, og leikurin verður framførdur til og við 3. apríl!

Leygarmorgunin 22. mars kl. 10 fara atgongumerkini til “Morð á Mýruborg” í handilin! Tey verða seld á Eldhúsi á Sandi. Bert 30 fólk sleppa inn til hvørja sýning!! Aldursmarkið er 12 ár, og børn 12-14 ár skulu fylgjast við vaksnum. Kostnaðurin við øllum er bert 225 kr 
Hetta eru sýningarnar:
Frumsýning 28. mars kl 19.00
Leygardagin 29. mars kl 16.00 og 19.00
Sunnudagin 30. mars kl 16.00 og 19.00
Mánakvøldið 31. mars kl 20.00
Týskvøldið 1. apríl kl 19.00
Mikukvøldið 2. apríl kl 19.00
Hóskvøldið 3. apríl kl 19.00 – seinasta sýning!