Leikur: Hedda Gabler

Sjónleikarfelagið Glotti í Gøtu er í gongd við uppseting av leikinum Hedda Gabler. Leikurin er leysliga týddur eftir leikritinum hjá Henrik Ibsen. Búi Dam leikstjórnar.

Leikurin snýr seg um nýgiftu Heddu Tesman (fødd Gabler), sum keðir seg í tilveru síni. Hon manipulerar fólkini rundan um seg og spælir við lív og deyða. Hetta fær vanlukkuligar avleiðingar fyri hana sjálva og onnur.


Nærri kunning um sýningar o.a. kemur seinni.