Leikur: Klintrimús og hini dýrini í Vallbakkaskóginum

Suðuroyar Sjónleikarafelag sýnir kenda familjuleikin "Klintrimús og hini dýrini í Vallbakkaskóginum" hjá Thorbjørn Egner, sum Eyðun Johannesen hevur týtt til føroyskt. 

Klæmint H. Isaksen er leikstjóri, og Nicolaj Falck hevur gjørt pallmyndina.

Framførslurnar verða í mentanarhúsinum SALT á Drelnesi, ið er sera vælegnað til sjónleik.

Fyrsta sýning verður leygardagin 10. november kl. 16.00. 


Atgongumerki kunnu keypast á http://www.atgongumerki.fo/dramas.