Leikhúsjól - Jólagleðin, ið hvarv

Nú stundar av álvara til jóla, og í ár fer Havnar Sjónleikarfelag á
pall við einum nýskrivaðum jólaleiki. Nicolaj Falck hevur skrivað jólaleik til
tey smærru børnini, men sjálvandi er leikurin eisini fyri vaksin, tí hesa ársins
tíð eru flest okkara barnsliga sálir. 
 





Hvussu halda vit tey bestu jólini? Skulu jólini
vera fullkomin? Og hvussu eru tey fullkomnu jólini? Eru jólini vorðin so
handilslig, at vit vaksnu í veruleikanum eru verri enn børnini? 



 



Vit kenna helst øll til, at jólamánaðurin er
stuttur, tiltøkini eru mong og alt skal náast. Og av ymsum orsøkum er skjótt at
gloyma, at jólini í veruleikanum ikki snúgva seg um gávur, men um nærleika og
hugna. 



 



Felagið er sera fegið um at seta henda leikin upp,
soleiðis at okkara tilboð í 100 ára haldinum eisini umfatar børnini.



Leikurin, sum er um huldufólk og vættrar, er ætlaður
teimum minstu børnunum, við teimum eginleikum, sum tey minstu halda er
stuttligt.



Huldufólk og vættrar hittast einaferð um árið at gera
fortreð og arga hvønn annan. Men saman gera tey, at jólagleðin verður funnin.




Atgongumerki fáast á http://www.atgongumerki.fo/dramas/.


Havnar Sjónleikarfelag ynskir øllum – smáum sum stórum
– eini gleðilig jól.