MáF fingið nýggjan lim

MáF fegnast um at hava fingið nýggjan lim í meginfelagið. Tað er Bygdarfelagið Eydnan á Oyrarbakka, sum hevur teknað seg sum lim í MáF. Við hesum limaskapi hevur MáF seks limafeløg í meginfelagnum. Frammanundan eru hesi limafeløgini:

1) Havnar Sjónleikarfelag
2) Klaksvíkar Sjónleikarfelag
3) Sjónleikarfelagið Glotti
4) Ungmannafelagið Royndin
5) Dramaverkstaðið

Vit vilja við hesum ynskja Bygdarfelagnum Eydnan hjartaliga vælkomnan í Meginfelag áhugaleikara Føroya og gleða okkum til, hvat tit fara at bjóða innan áhugaleik í framtíðini. 

Sí annars nærri upplýsingar um limafeløgini á hesum leinki: http://maf.fo/limafelog_aauw.html