Skeið: Tak pallin

Set kross í kalendararn 3. – 5. mars 2017 og tekna teg til skeiðið ”Tak pallin” á Gjáargarði.
Tríggir intensivir dagar har tú hevur møguleika at brúka eitt heilt vikuskifti
í einum kreativum og spennandi umhvørvi at menna teg sjálvan.

Ert tú sjónleikari, undirvísari, fyrilestrarhaldari
ella ein, ið á ein ella annan hátt skal bera nakað fram alment? So er hetta
eitt skeið fyri teg, líkamikið um tú er royndur ella óroyndur. Røddin og
kroppurin eru tíni amboð, tá ið tú skalt traðka fram í ymiskum høpi. Á hesum
skeiðinum lærir tú við raddar- og kropsvenjingum, hvussu tú kanst menna tína
upptraðkan.

Tú verður undirvíst/ur í ávikavist raddar- og kropsvenjingum
fríggjadag og leygardag. Sunnudag verða bæði skeiðini samansjóðaði við tí, tú
hevur lært.

Lærarar verða 
Ria Tórgarð í raddarvenjing
og Vilnis Bĩriņš í kropsvenjingum.

Undirvíst verður
soleiðis
:










































































 



Hósdag



Fríggjadag



Leygardag



Sunnudag



 



 



Raddarvenj.



Kropsvenj.



Raddarvenj.



Kropsvenj.



Raddar- & kropsvenj



Møta á Gjáargarði



18.00-19.00



 



 



 



 



 



Samansjóðing



19.00-21.00



 



 



 



 



 



Morgunmatur



 



06.30-09.00



06.30-09.00



06.30-09.00



Undirvísing



 



09.00-12.30



09.00-12.30



09.00-12.30



Middegismáli



 



12.30-14.00



12.30-14.00



12.30-14.00



Undirvísing



 



14.00-17.30



14.00-17.30



14.00-17.30



Døgurði



 



18.30-20.00



18.30-20.00



18.30-20.00




Prísurin fyri alt skeiðið íroknað 3 nætur og mat á
Gjáargarði eru frá kr. 3.000 í
dupultkamari
og kr. 3.750 í
einkultkamari
. Sí annars prísir og valmøguleikar undir elektroniskari tilmelding. Avmarkað pláss.















Áhugaði kunnu fáa meiri kunning og tekna seg
elektroniskt inni á heimasíðuni hjá MáF
www.maf.fo við at fara inn á Tiltøk. Skráseting er fyrst galdandi, tá ið goldið er á konto í Eik
Banka:
185 132 4 í seinasta lagi 1. februar 2017.

* Nærri kunning um skeið og lærarar - sí leinkið niðanfyri: