Tveir nýggir nevndarlimir í MáF


Á aðalfundi 10. mars komu tveir nýggir limir inn í nevndina í MáF. Tríggir nevndarlimir stóðu fyri vali - Noomi Reinert og Rúna Mortensen stillaðu báðar upp aftur, meðan Beinta Flóvinsdóttir ikki stillaði upp aftur. Noomi Reinert, sum hevur sitið sum forkvinna í nevndini seinastu árini, varð vald inn aftur umframt tveir nýggir limir - Jákup Dahl Wardum úr Havnar Sjónleikarafelag og Ann Mari J. Midjord úr Klaksvíkar Sjónleikarafelag. MáF takkar fyrrverandi nevndarlimunum og bjóðar báðum nýggju limunum vælkomnan í nevndina. 




Nevndin hevur skipað seg og sær soleiðis út:




Noomi Reinert, forkvinna



Ebba Sofía Kruse, næstforkvinna:



Hilmar Joensen, kassameistari


Jákup Dahl Wardum, nevndarlimur


Ann Mari J. Midjord, nevndarlimur



Varalimir: Maj-Britt W.H. Jacobsen og Aðalbjørg Linklett