Tvey nýggj limafeløg í MáF


Tvey feløg eru vorin nýggir limir í MáF. Talan er um Ungmannafelagið Virkið á Sandi og Suðuroyar Sjónleikarfelag. Ungmannafelagið Virkið hevur áður verið limur í MáF, men hevur seinastu árini ligið meir ella minni stilt. Nú ætla tey at fáa meira virksemi í felagið.



Suðuroyar Sjónleikarfelag er eitt nýstovnað felag og telur 35 virknar limir. Í nevndini sita Mariann Johansen, formaður, Elisabeth Hammerfoss, skrivari og Marcus Páll Achley, kassameistari. Varalimir eru Jens Eli Johansen og Trine Camilla Joensen. Í løtuni er felagið í gongd við at venja eina Suðuroyar Kabarett í SALT siloini á Drelnesi.



MáF hevur sostatt 8 limafeløg. Hetta er at fegnast um, og vit gleða okkum til enn meira virksemi innan áhugaleik.



Við hesum ynskir MáF báðum nýggju limafeløgunum hjartaliga vælkomin.