Leikur: Jørundur Hundadagakongur

Í sambandi við at Havnar Sjónleikarfelag fyllir 100 ár í ár, sýnir felagið í hesum døgum leikin Jørundur Hundadagakongur, eftir Jónas Árnason.

Leikurin, ið er bygdur á eina av mest merkisverdu hendingum í søgu Íslands, er ikki ein sannsøguligur leikur, men er tað, ið høvundurin kallar eitt "ósøguligt leikhúsverk".

Talan er um ein skemtileik, við sangi, dansi, tónleiki, akrobatikki og allskyns kynstrum.

Leikstjóri er Ria Tórgarð. Ria hevur eisini broytt og umskrivað uppruna leikritið, so tað er meira hóskandi til eina leikuppsetan í 2018.

Hjálmar Dam hevur sniðgivið sjáldsama flotta pallin.

Anna Sofía Egilstrøð hevur staðið fyri at tilevna serstøku búnarnar.

Sigrið Sivertsen hevur lagt tónleikin til rættis og staðið fyri sangvenjingunum.

Elsa Maria Bærentsen hevur koreograferað og skipað fyri dansivenjingum.

Ljóssniðgevi er Turpin N. Djurhuus.

Í orkestrinum eru Bartal Augustinussen, Per I. Højgaard Petersen og Karl Andrias Stórá.

Høvuðsleikarar eru:

Jørundur Hundadagakongur: Torkil B. Tórgarð

Charlie: Magni Joensen

Laddie: Petur Meinhard E. Andersen

Studiosus: Rógvi B. Dam

Kaptein Jones: Elias Magnussen

Trampe Guvernørur: Tóri í Hoyvík

Gentan Ragnhildur: Edith Dahl Jacobsen

Umframt høvuðsleikararnar eru einir 30 statistar, sum eru sangarar, dansarar, fimleikarar o.o., við í leikinum.

Atgongumerki kunnu keypast á:

http://www.atgongumerki.fo/dramas