Dreymur Jóansøkunátt

Nakrar myndir frá leikinum Dreymur Jóasøkunátt, ið varð framførdur í mars og apríl 2015. Tað var Sjónleikarafelagið Glotti í Gøtu, ið setti leikin upp.

Høvundurin William Shakespeare hevur skrivað leikin. Aksel Tórgarð hevur týtt, og Noomi Reinert leikstjórnaði leikin, ið varð framførdur av 22 ungum leikarum á Glotta.

Dreymur Jóansøkunátt er ein skemtileikur og snýr seg um eina ósemjandi kærleikssøgu, ein álvakong og -drotning og nakrar handverkarar, ið arbeiða upp á at framføra ein leik fyri aðalsfólki.