Hilmar Joensen

Hilmar er úr Nólsoy og útbúgvin lærari. Hann er royndur sjónleikari og hevur í nógv ár spælt bæði við Havnar Sjónleikarfelag og við Royndini í Nólsoy. Eisini hevur hann spælt fleiri filmar. Hann var í nógv ár formaður í Ungmannafelagnum Royndini. Hann hevur verið formaður í Nordisk Amatørteaterråd og formaður í NEATA. eins og hann í fleiri ár var formaður í MáF.