«2019»Í dag«Jul»
1 2 3 4 5 6 7
8 9 10 11 12 13 14
15 16 17 18 19 20 21
22 23 24 25 26 27 28
29 30 31        
M T M H F L S

MáF-Kalendari 2019

September:






Ein komisk tragedia á Tjóðpalli Føroya

Orsaka! á Tjóðpallinum

Ein komisk tragedia ella ein tragisk komedia

Gerandisdagurin fær eina vælmeinta skortfleingju, tá ið tær tríggjar sjónleikakvinnurnar Gunnvá Zachariasen, Beinta Clothier og Jensina Olsen tann 3. september fara á pall í leikinum Orsaka!

Við eini røð av smærri søgum, um stórt og smátt, ironisera tær um tragikomisku treytirnar, sum tilveran býður okkum nútíðar menniskjum.

Gerandis-upplivingar við einum tragikomiskum perspektivi

Við einum eymum skálkabrosi setur leikurin “Orsaka” á Tjóðpallinum, spegilin frammanfyri okkara lívi, og søgurnar røra okkum, tí vit kenna okkum aftur.

“Áh! At kunna bjarga øllum heiminum – bæði børnum og djórum” Saftigir dreymar um lekkur mannfólk. Avbjóðingin at fara á vesi, uttan at tað hvørki skal hoyrast ella luktast. Ynskið, um at kunna melda seg sjúka fyri at fáa ta umsorganina, sum onnur altíð skulu hava frá tær. Børnini skulu vera bæði hjá mammu og hjá babba, og ræðslan kann vera stór fyri at fáa vitjan, tá alt húsið flýtur, og eingin matartugga er í húsinum.

Við øðrum orðum síggja vit í Orsaka! almenniskjaligar gerandissøgur, sum ikki tola dagsins ljós og sum tey fægstu ditta sær, at almannakunngera á Facebook.

Danskur leikur

Tað er danska Kamilla Wargo Brekling, sum hevur skrivað leikin Orsaka!, sum er frá 2005. Hann er spældur á fleiri sjónleikarhúsum í Danmark og hevur yvirhøvur verið vælumtóktur.

Marita Dalsgaard er leikstjóri á leikinum Orsaka!, og hon hevur eisini umsett leikin úr donskum. Pallmyndin og rekvisittir hava Marita Dalsgaard og Mikkjal Arge Galán staðið fyri. Leikarar eru Beinta Clothier, Jensina Olsen og Gunnvá Zachariasen. Turpin Nap. Djurhuus er ljóssniðgevi.

Leikurin, sum varir umleið ein tíma og tjúgu min. verður frumsýndur 3. september kl. 19.30 á Tjóðpallinum.

Spælt verður týs-, miku-, hós- og fríggjadagar kl. 19.30 og leygar- og sunnudag kl. 18.00. Atgongumerki á kr. 225,- fáast á Kunningarstovuni í Havn, info@tjodpallur.fo og við dyrnar 1 tíma undan sýning.