«2018»Í dag«Des»
31         1 2
3 4 5 6 7 8 9
10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23
24 25 26 27 28 29 30
M T M H F L S

MáF-Kalendari 2018

November:






Eitt jólaævintýr eftir Charles Dickens á Tjóðpallinum

Ein jólagysari útsettur fyri pumpiorgul, fagott og violin.

Heimskenda søgan hjá Charles Dickens á Tjóðpallinum. ‘Eitt Jólaævintýr’ er bæði filmað og pallsett fleiri ferðir, og flestu munnu kennast við søguna um hin harðrenda og gíriga Scrooge, sum eina jólanátt fær eina sjáldsama vitjan og verður sendur á eina ferð í fortíðina, nútíðina og framtíðina. Søgan er bæði spennandi og óhugnalig, men samstundis hjartanemandi og gevur okkum okkurt at hugsa um – eisini í dag.

Leikurin er ætlaður djørvum vaksnum og størri børnum umleið 12 ár og eldri.


LEIKRIT OG LEIKSTJÓRN: Hans Tórgarð.

LEIKARAR: Páll Danielsen, Beinta Clothier, Jákup D. Wardum og Herfinnur Árnafjall.

KAPELLMEISTARI: Magnus Johannessen, pumpiorgul.

TÓNLEIKARAR: Angelika Nielsen, violin, og Aksel Remmel, fagott.

LJÓSDESIGN: Turpin Napoleon Djurhuus.

BÚNAR: Katrin Bonde.



Sýningarnar verða frá 3. november. 

Atgongumerki kunnu keypast á: https://www.tjodpallur.fo/keyp-atgongumerki