«2018»Í dag«Okt»
1 2 3 4 5 6 7
8 9 10 11 12 13 14
15 16 17 18 19 20 21
22 23 24 25 26 27 28
29 30 31        
M T M H F L S

MáF-Kalendari 2018

Oktober:


November:


Er tað í lagi at tosa um harðskap í heiminum?

”Eg upplivdi at andin hjá Dario Fo sveimaði yvir hesi sýningini: politisk, provokerandi, klovnaleikur – og tað er ikki smávegis rós”

Soleiðis skrivar íslendski ummælarin Silja Aðalsteinsdóttir um leikin Shhh!, sum verður vístur í Norðurlandahúsinum 20. oktober.

Shhh! er ein hugtakandi og rørandi sjónleikur eftir íslendska listabólkin Ratatam, sum byggir á dokumentariskt tilfar. Leikurin er skaptur út frá yvir 200 tímum av samrøðum við fólk, sum hava upplivað harðskap í heiminum: offur, gerningsfólk og avvarðandi.

Søgurnar vóru ofta ræðuligar og pínufullar, men so løgið tað ljóðar, lá tíðum eisini ein myrkur humor undir.

Tað sigst at látur er okkara besti vinur, tá sorgarleikurin er harðast. Ein lætti tá tíðirnar eru torførar. Hetta var eisini tað sjónleikabólkurin legði til merkis, tá tey arbeiddur við øllum teimum ræðuligu søgunum. Við at siga nakrar av søgunum ígjøgnum sjónleik, vónar Ratatam at kunna hjálpa offrum at lekja, at undirhalda og at lata eyguni hjá áskoðaranum upp fyri smáu og ókendu síðunum av harðskapi í heiminum.

Ratatam, sum í 2017 varð kosin at vera ársins listabólkur í Reykjavík, brúkar sjónleik at bresta tabu-bløðrurnar í samfelagnum. Endamálið við Shhh! er at bróta tøgnina, sum er um harðskap í heiminum.

Ummælarar bæði í íslandi og í Danmark eru á einum máli um, at hesin leikurin er verdur at síggja:

” Ein bæði rørandi og hugtakandi leikur, heilt vist verdur at viðmæla” Kulturkongen ****** DK

”Hyggið at sýningini. Hon er verd tað. Hon hevur nakað uppá hjarta” Hugrás IS

“Líka mikið hvat áskoðarin heldur at hann veit ella kann vænta sær, verður hann bilsin! Har er eitt margfeldni, hugflog og kæti yvir sýningini, sum bæði er at gleðast um, men sum eisini tekur ein á bóli, tá hugsað verður um, hvussu álvarsamt og tabu-tyngt evnið er.” Kvennablaðið IS

Leikurin verður framførdur á enskum.