«2017»Í dag«Nov»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29 30      
M T M H F L S

MáF-Kalendari 2017

Okt./Nov.:

Leikur: ´Allo ´Allo

Gittaristarnir væntandi frumframførslu í januar

Síðan september 2015 hava leikarar vant virðislønta leikin "Gittaristarnir" eftir Line Knutzon, sum er ein viðurkendur danskur leikritahøvundur. Bergur Rasmussen hevur umsett leikin til føroyskt. 

Sjónleikurin er ein tragikomiskur leikur við sangi, sum snýr seg um, at tólvtónalistmaðurin og vísusangarin John Hansen er deyður. Fýra fjepparar hittast uttan fyri húsini hjá tí deyða fyri at halda eina minningarkonsert. Undir minningarkonsertini er áhaldandi ósemjur teirra millum um ymiskt, m.a. um hvør teirra skal stýra konsertini, hvar vesið er, og hvørt víðagitnu sangirnir hjá John hansen komu frá hjartanum, ella hann bert vildi forvinna sær pening.

Tað er Klaksvíkar Sjónleikarfelag, ið setur leikin upp við Rudolfi Joensen sum fyriskipara. Ria Tórgarð leikstjórnar, og leikarar eru Høgni Olsen, Jógvan á Høvdanum (yngri), Sára Skarðenni og Eva Maria Brynhildardóttir Bláhamar. 

Leikurin varar um 1½ tíma og fer væntandi at hava frumframførslu í januar.