«2019»Í dag«Mar»
        1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30 31
M T M H F L S

MáF-Kalendari 2019

Mars:







Apríl:


 





Leikur: Junglubókin

Sjónleikaskúlin í Sjónleikarhúsinum í Havn venur í løtuni sangleikin Junglubókin, sum er bygdur á skaldsøguna hjá Rudyard Kipling, og filmsútgávuna hjá Disney. 

Sóley Danielsen og Jákup Dahl Wardum hava týtt leikin til føroyskt. 

Leikstjóri er Sóley Danielsen, sum eisini ger pallmyndina. 

45 leikarar í aldursbólkinum 1. til 10. flokk eru við í leikinum. 


Leikurin er um Mowgli, ið varð einsamallur eftir í frumskóginum, eftir at tikarin Shere Khan beindi fyri foreldrum hansara. 

Vit hitta Mowgli og vinir hansara, varna pantaran Bagheera og bjørnina Baloo, sum er eitt lívstykki. Men tað eru ikki bara sangur og glaðir dagar, tí  Shere Khan vil beina fyri Mowgli, og vinirnir síggja ongan annan útveg, enn at fáa Mowgli aftur til mannabýin. 

Á vegnum hittir Mowgli slanguna Kaa og apukongin Louie, ið hava aðrar ætlanir við Mowgli. 

Leikurin snýr seg um vinalag, tað at gerast vaksin, og at tað bert er Mowgli sjálvur, sum kann gera av, hvør framtíð hansara skal verða. 


Leikurin er umleið ein tíma, og er fyri alla familjuna.