«2019»Í dag«Jul»
1 2 3 4 5 6 7
8 9 10 11 12 13 14
15 16 17 18 19 20 21
22 23 24 25 26 27 28
29 30 31        
M T M H F L S

MáF-Kalendari 2019

September:






Luttøka úr Føroyum á SeniorTeater Camp

Í døgunum 11. - 15. juni 2019 luttóku Karin Djurhuus, Bergljót av Skarði og Bjørg Jensen á SeniorTeater Camp á skeiðsdeplinum Hohewarte í Højer, ið danska meginfelagið fyri áhugaleik, DATS, skipaði fyri. Hetta var, sum enska heitið sigur, ein sjónleikarastevna fyri tey tilkomnu. 

Sum partur av norðurlendska samstarvinum innan áhugaleik, fekk MáF innbjóðing til hesa stevnu og kunnaði seg um, hvør kundi havt áhuga í at farið. Lukkutíð vóru tríggir luttakarar áhugaðir úr Føroyum. Í hesum sambandi vil MáF nýta høvi at takka teimum trimum Karin, Bergljót og Bjørg fyri sýndan áhuga og luttøku og somuleiðis fyri áhugaverdu frásøgnini frá túrinum, sum her er hjáløgd til lesnað.


Frásøgn ísv. DATS SeniorTeater Camp.pdf