«2019»Í dag«Jul»
1 2 3 4 5 6 7
8 9 10 11 12 13 14
15 16 17 18 19 20 21
22 23 24 25 26 27 28
29 30 31        
M T M H F L S

MáF-Kalendari 2019

September:






MáF luttekur á leikstevnu í Íslandi


Tann 4. oktober fer MáF at luttaka á leikstevnu í Kópavági nevnd NEATA Short Play Festival. Tað er Bandalag íslenskra leikfélaga, sum hevur bjóðað MáF at vera við á hesi stevnu, har eisini fleiri íslendsk leikfeløg luttaka. Leikstevnan er eitt afturvendandi tiltak, sum Máf hevur luttikið í áður. Sum heitið á stevnuni sigur, verða stuttir leikir framførdir á eini 10 – 15 minuttir. MáF luttekur við trimum leikum skrivaðir á Leiklistaskúla Føroya, og sum ongantíð eru framførdir alment áður. Níggju føroyskir leikarar, sum eisini hava luttikið á Leiklistaskúla Føroya, vera við, harímillum tveir leikstjórar og ein pallmeistari (scenografur). Meira verður at hoyra um leikstevnuna, og hvussu framførslurnar hava hildnast, tá ið MáF hevur luttikið.