«2018»Í dag«Aug»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29 30 31    
M T M H F L S

MáF-Kalendari 2018

Juli:

EDERED, Frankaríki

NEATA Youth Camp, Litava

10. NEATA Festival, Litava

September:

Stanislavskij-skeið




Nýtt Leiklistaráð farið til verka

Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, hevur sett nýtt Leiklistaráð fyri næstu trý árini.

Leiklistaráðið virkar sum stýri fyri Tjóðpall Føroya, setir stjóran og hevur aðrar yvirskipaðar uppgávur í sambandi við yrkisleiklist og leiklist sum heild. Ein av fyrstu uppgávunum verður at gera tilmæli til landsstýriskvinnuna um listafólkaløn, sum er nýggi stuðulin til yrkisleiklist, fyri 2018.

Limirnir frá 1. desember 2017 til 30. september 2020 eru:

  • Ingibjørg Berg, forkvinna, tilnevnd av landsstýriskvinnuni
  • Oddfríður M. Rasmussen, tilnevndur av landsstýriskvinnuni
  • Noomi Reinert, eftir tilmæli frá Meginfelag Áhugaleikara Føroya
  • Birna Heinesen, eftir tilmæli frá Listafólkasambandi Føroya
  • Annfinnur Heinesen, eftir tilmæli frá Leikarafelag Føroya
  • Jóan Petur Hentze, eftir tilmæli frá Tórshavnar býráð
  • Beinta Clothier, starvsfólkaumboð fyri Tjóðpall Føroya

Á fyrsta fundi hjá Leiklistaráðnum í Mentamálaráðnum mikumorgunin legði Rigmor Dam, landsstýriskvinna, dent á, at Leiklistaráðið hevur eina týðandi uppgávu í dagliga samskiftinum við leiðsluna fyri Tjóðpallin og fyri menningina av leiklistini. Fyri framman stendur eisini at byggja nýtt tjóðleikhús. Landsstýriskvinnan hevur sett Ingibjørg Berg sum forkvinnu, og Leiklistaráðið valdi á fundinum Jóan Petur Hentze, umboð býráðsins, sum næstformann.

Leiklistaráðið hevur heimild í løgtingslóg nr. 68 frá 2. mai 2003 um Tjóðpall Føroya og stuðul til leiklist v.m. Sambært lógini skal landsstýrismaðurin seta Leiklistaráðið við 7 limum, og hann skal sjálvur tilnevna formannin umframt ein lim. Annar av hesum skal vera fíggjar- og roknskaparkønur. MÁF, LISA, Leikarafelagið, Tórshavnar býráð og Tjóðpallur Føroya skulu tilnevna hvør sín lim. Limur Tjóðpalsins er starvsfólkaumboð, ið verður skift annað hvørt ár. Limirnir í Leiklistaráðnum skulu hava kunnleika til mentan og palllist.

Kelda: Mentamálaráðið