«2019»Í dag«Jul»
1 2 3 4 5 6 7
8 9 10 11 12 13 14
15 16 17 18 19 20 21
22 23 24 25 26 27 28
29 30 31        
M T M H F L S

MáF-Kalendari 2019

September:






Rødd og rørsla uppfylging

SKEIÐ: At læra at brúka rødd og kropp er alfa og omega hjá einum sjónleikara. Tí skipar MáF nú fyri vikuskiftisskeiði í rødd og rørslu. Lærarar verða Ria Tórgarð og Súsanna Tórgarð.


- Endamálið við skeiðnum er at gera luttakararnar tilvitaðar um, hvussu rødd og kroppur eru tengd at hvørjum øðrum. Soleiðis økist førleikin at brúka røddina rætt, og luttakarin fær innlit í, hvat hann ella hon kroppsliga kann gera, fyri at fáa eina størri nærveru á pallinum og aðrastaðni


Undirvísingin fer fram bæði í bólki og við hvørjum einstøkum luttakara. Arbeitt verður við at geva innlit í, hvussu ein kann arbeiða við at menna røddina og finna sína persónligu styrki í at standa á palli. Harumframt verður arbeitt við grundleggjandi andadráttsvenjingum og kropsburði, til tess at fáa samband við røddina í kroppinum. Út frá hesum verður arbeitt við smáum leikbrotum, har útgangsstøði verður tikið í klassiskum tekstum, t.d. Shakespeare og griksku tragediunum. 


Skeiðið verður hildið í Havn: 
Fríggjadagin tann 9. maj. 2014, frá kl. 18-22 
Leygardag tann 10. maj. 2014, frá kl. 10-18

Upplýsing um kostnað fæst at vita við at ringja til MáF á tlf. 285624. 

Til ber at tekna seg til skeiðið á sama telefonnummarið ella við at senda teldupost til maf@maf.fo og skriva navn, aldur. adressu og teldupostadressu.