«2019»Í dag«Jul»
1 2 3 4 5 6 7
8 9 10 11 12 13 14
15 16 17 18 19 20 21
22 23 24 25 26 27 28
29 30 31        
M T M H F L S

MáF-Kalendari 2019

September:






Skeið í rødd og teksti

"TORA AT TAKA ORÐIÐ"

Skeið fyri sjónleikaráhugað og onnur, sum dagliga brúka røddina sum arbeiðsamboð, verður vikuskiftið 24 - 26. okt.:

Fríggjakvøld frá kl.19 - 22
Leygardag frá kl.10 - 16
Sunnudag frá kl.13 – 18

Prísur: Kr. 2000,00 íroknað kaffi og te umframt eina máltíð á middegi leygardagin.

Staður: Losjan á Tinhúsvegnum.

Arbeitt verður við at geva tær innlit í, hvussu tú kann arbeiða við at menna røddina og finna tína persónligu styrki.

Arbeitt verður við grundleggjandi andadráttsvenjingum og kropsburði til tess at fáa samband við røddina í kroppinum. Útfrá hesum verður arbeitt við tekstum og smáum leikbrotum.

Arbeitt verður bæði í bólki og við hvørjum einstøkum luttakara.

Endamálið er at gerast tilvitaður um, at røddin og kroppurin eru tengd at hvørjum øðrum. Soleiðis økist førleikin at brúka røddina rætt, og tú fær innlit í tína egnu styrki, og hvat tú reint kropsliga kanst gera fyri at fáa eina størri nærveru – sum sjónleikari á pallinum, ella um tú t.d skalt hava eina framløgu, undirvísir, skalt halda ein fyrilestur ella annað.

Skeiðið er fyri øll, sum vilja menna seg á hesum øki – líka mikið um tú hevur royndir ella ikki.

Hesin arbeiðsháttur tekur støði í hvørjum einstøkum, og arbeitt verður við at menna teg, júst har tú ert beint nú.

Arbeitt verður útfrá arbeiðsháttinum hjá Nadine George frá The Voice Studio Inbternational í London. Eg havi arbeitt og undirvíst í hesum arbeiðshátti í 14 ár.

Avmarkað luttakaratal. Melda til við at senda mær eini boð á FB ella ringja á tel. 229740.

Vinaliga

Súsanna Tórgarð