«2018»Í dag«Nov»
      1 2 3 4
5 6 7 8 9 10 11
12 13 14 15 16 17 18
19 20 21 22 23 24 25
26 27 28 29 30    
M T M H F L S

MáF-Kalendari 2018

Oktober:


November:


Suðuroyar Kabarettin

Í hesum døgum framførir Suðuroyar Sjónleikarafelag skemtiligu Suðuroyðar Kabarettina í mentanarhúsinum SALT á Drelnesi. Higartil hava seks sýningar verið, sum hava gingið væl og verið sera væl móttiknar. Eini 1400 fólk hava verið og hugt. Einki virki sjónleikarafelag hevur verið á Suðuroynni í fleiri ár, so nýstovnaða felagið fegnast um góðu móttøkuna av kabarettini.

Tað eru 11 leikarar, sum manna Suðuroyar Kabarettina: Gundur Johansen (Grillbúðin hjá Símin), Arne Johansen, Jóanis Lisberg, Hans Allan Sikivat Andersen, Jens Eli Johansen, Rói Einarson, Birita Johansen, Mariann Johansen, Harriet Niclasen, Dania Johansen og Elisabeth Hammerfoss.

Leikstjóri: Klæmint H. Isaksen.

Ljósmaður: Markus Pall Ackley.

Ljóðmaður: Eyðun Ásason.

Pallsmiður: Rói Einarsson.

Sminka og búnar: Rakul Sumberg Dahl. Sminka: Katrin Einarson.

Kabarett-orkestri eru fýra limir úr Asyllex (akkurát vunnið eina FMA virðisløn): Hans Hammer, Bogi Petersen, Luka Radosavljevic og Finnur Nielsen. Gestur og gestatónleikari: Eyðun Nolsøe.

Vertur: Ólavur Rasmussen. Vertinna: Trine Joensen.

Upptøkumaður: Símun Berg.

Matmóður og stuðul: Sunrid Olsen. Hjálparmaður: Flóvin í Ólavstovu.

Leiksýningar:

Hóskvøldið 15. mars kl. 20:00

Fleiri sýningar vera, men tær eru ikki fastlagdar enn.

Atgongumerki fáast á www.atgongumerki.fo, í Tangabúðini á Tvøroyri og á Torginum í Vági.