Samband

Tlf.: 28 56 24 (mánadag-mikudag)

Teldupostur:maf@maf.fo

«2018»Í dag«Des»
31         1 2
3 4 5 6 7 8 9
10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23
24 25 26 27 28 29 30
M T M H F L S

MáF-Kalendari 2018

November:






 

Tíðindi

Leikur: Jørundur Hundadagakongur

05. Okt 2018

Í sambandi við at Havnar Sjónleikarfelag fyllir 100 ár í ár, sýnir felagið í hesum døgum leikin Jørundur Hundadagakongur, eftir Jónas Árnason.Leikurin, ið er bygdur á eina av mest merkisverdu hendingum í søgu Íslands, er ikki ein sannsøguligur leikur, men er tað, ið høvundurin kallar...

les meir

Føroyskur leikbólkur til Litava

16. Jul 2018

Í ár verður tann 10. NEATA Festivalurin í Anykschiai í Litava í døgunum 31. juli - 5. august. Heitið á festivalinum er "Traditions Create Future". Sum limur í NEATA er MáF eisini saman við øllum hinum NEATA limalondunum boðin at luttaka við leikbólki. MáF...

les meir

EDERED 2018

11. Jul 2018

EDERED er ein felagsskapur, ið skipar fyri barna-/ungdómstiltøkum í samband við sjónleik. Endamálið hjá felagsskapinum er at menna millummentarligt arbeiði innan drama og sjónleik fyri børn/ung í Evropa. Tiltakið fevnir m.a. um sjónleikaraskeiðir av ymiskum slag og framførslur, har børn/ung í aldrinum 13-15 ár,...

les meir

Stanislavskij-skeið

01. Jun 2018

Set kross í kalendararn 14. – 16. september og tekna teg til Stanislavskij-skeið í Royndarhúsinum í Nólsoy. Tveir spennandi dagar har tú hevur møguleika at menna teg sjálvan í einum kreativum og spennandi umhvørvi. Ert tú áhugaleikari og ynskir fleiri amboð at...

les meir

Norðoyastevnuteiti

24. Mai 2018

TÍÐINDASKRIV FRÁ KLAKSVÍKAR SJÓNLEIKARAFELAGStuttlig endurreising á Norðoyastevnu Norðoyastevnan, ið verður hildin í Klaksvík fyrsta vikuskiftið í juni, er fyrsta stevnan á árinum. Tað er á Norðoyastevnu, at kappróðrarfeløgini skjóta kappingarárið í gongd og soleiðis eisini summarið. Hettar er nú sum fyrr, men Norðoyastevnan kann sigast...

les meir

Dramaverkstaðið á ferð

23. Mai 2018

Dramaverkstaðið í Tórshavn, sum varð 20 ár í januar, fer í næstum út úr verkstaðnum at framføra tveir barnaleikir:"Gullringurin" og "Fremmanda gentan". Eisini syngur dramakórið.Framførslan við báðum leikum og kórinum varir í uml 50 minuttir.Leiksýningar:Løkshøll í Runavík: 26. mai kl. 14:00 og 16:00.Tjóðpallur Føroya: 12....

les meir

Leikur: Djarvi Macbeth

17. Apr 2018

Í fjør heyst fór Havnar Sjónleikarfelag í samstarvi við Riu og Súsonnu Tórgarð úr Teatur Grugg undir eina spennandi verkætlan at stovna leikbólkin "Shakespeare Unplugged" við 6 ungum áhugaleikarum úr Havnar Sjónleikarfelag: Rógvi Dam, Eyðbjartur Skaalum, Petur Meinhard E. Andersen, Rúna Johanna Aref, Rebekka Dam...

les meir

Suðuroyar Kabarettin

14. Mar 2018

Í hesum døgum framførir Suðuroyar Sjónleikarafelag skemtiligu Suðuroyðar Kabarettina í mentanarhúsinum SALT á Drelnesi. Higartil hava seks sýningar verið, sum hava gingið væl og verið sera væl móttiknar. Eini 1400 fólk hava verið og hugt. Einki virki sjónleikarafelag hevur verið á Suðuroynni í fleiri...

les meir