Samband

Tlf.: 28 56 24 (mánadag-mikudag)

Teldupostur:maf@maf.fo

«2018»Í dag«Apr»
30           1
2 3 4 5 6 7 8
9 10 11 12 13 14 15
16 17 18 19 20 21 22
23 24 25 26 27 28 29
M T M H F L S

MáF-Kalendari 2018

Apríl:

Ljós- og ljóðskeið

Leikur: Djarvi Macbeth

Juni:

Sminkiskeið

September:

Stanislavskij-skeið




 

Tíðindi

Óðins eyga á Tjóðpallinum um ólavsøkuna

14. Jul 2015

Óðins Eyga er ein víkingaleikur fyri børn, har áskoðararnir hitta eina djarva gøtugentu, víkingar, gandaravnar, risastórar úlvar, ein áttabeintan hest og gudarnar Loka og Óðin. Sóley Danielsen spælir allar leiklutirnar, ið hesum leikinum um 10 ára gomlu Tóru, ið livir í víkingaøldini. Sóley er...

les meir

Nýggjur dagligur leiðari hjá MÁF

01. Jul 2015

Nevndin í MÁF hevur sett Ingun Christensen í starv sum nýggjan dagligan leiðara á skrivstovuni hjá MÁF frá 1. juli 2015. Ingun tekur við starvinum eftir Eir í Ólavstovu, sum hevur røkt starvið síðan mai 2011. Talan er um eitt parttíðarstarv. ...

les meir

Skeið í rødd og rørslu

22. Jun 2015

At læra at brúka rødd og kropp er alfa og omega hjá einum sjónleikara, fyrilestrarhaldara ella einum, ið á ein ella annan hátt skal bera nakað fram alment. Tí skipar MáF nú fyri vikuskiftisskeiði í rødd og rørslu á Føroya Fólkaháskúla tann 5. – 6....

les meir

Barnaleikstevnan 2015

26. Mai 2015

Tann 5. juni skipar MáF saman við dramaskúlanum í Sjónleikarhúsinum og dramaskúlunum í Gøtu og Klaksvík fyri Barnaleikstevnuni 2015 í Gøtu. Nógv ymiskt verður á skránni so sum morgunmatur, skrúðgonga og spennandi leikir framførdir av dramabólkunum. Tiltakið er ókeypis! Øll - stór sum...

les meir

Upptøkuroynd til Fólk og dólgar í Kardamummubýi

04. Mai 2015

Havnar Sjónleikarfelag fer í heyst at pallseta leikin Fólk og dólgar í Kardamummubýi eftir Thorbjørn Egner. Í hesum sambandi bjóðar felagið til almenna upptøkuroynd í Sjónleikarhúsinum leygardagin 9. mai kl. 10:00. Brúk er fyri nógvum fólkum, og ØLL eru hjartaliga vælkomin at royna...

les meir

Menn í sokkabuksum

29. Apr 2015

Leikurin "Menn í sokkabuksum" er úrslitið av eini verkætlan hjá 10. floks næmingum úr Runavíkar- og Tofta skúlum. Næmingarnir hava sjálvir gjørt leikin, sum er bygdur á skemtifilmin hjá Mel Brooks um Robin Hood "Men in tights". Umframt at hava týtt leikin úr enskum hava...

les meir

Dreymur Jóansøkunátt í Sjónleikarhúsinum

20. Apr 2015

Skemtileikurin hjá Shakespeare "Dreymur Jóansøkunátt", sum Sjónleikarfelagið Glotti í Gøtu byrjaði at framføra í mars mánað, verður nú eisini framførdur í Sjónleikarhúsinum í Havn 23. og 24. apríl kl.19:00.Leikurin snýr seg um eina ósemjandi kærleikssøgu, ein álvakong og -drotning og nakrar handverkarar, ið arbeiða...

les meir

Tveir barnaleikir í apríl

07. Apr 2015

Skúlin í Sjónleikarhúsinum fer at framføra tveir barnaleikir í apríl.“Leyvan, gívurin og klædnaskápið”, sum Stephen Wass hevur gjørt til leik út frá kendu søguni hjá C.S. Lewis. Leikurin snýr seg um fýra børn, ið krógva seg í einum klædnaskápi og koma inn í annan...

les meir