«2018»Í dag«Mai»
  1 2 3 4 5 6
7 8 9 10 11 12 13
14 15 16 17 18 19 20
21 22 23 24 25 26 27
28 29 30 31      
M T M H F L S

MáF-Kalendari 2018

Mai:

Dramverkstaðið á ferð

Juni:

Norðoyastevnuteitið

Sminkiskeið

Juli:

EDERED, Frankaríki

NEATA Youth Camp, Litava

10. NEATA Festival, Litava

September:

Stanislavskij-skeið




Sminkiskeið

Heldur tú sminkan er spennandi? So skipar MáF saman við fyritøkuni Skortur fyri einum áhugaverdum sminkiskeiði 23. – 24. juni í Sjónleikarhúsinum í Havn. Tveir spennandi dagar har tú lærir ymiskar arbeiðshættir at sminka til sjónleik/pall og eisini at sersminka (special effects) í samband við tilbúgvingarvenjingar.

Undirvísari er Janus Vinther, ið hevur arbeitt við sersminkan síðani 1996 innan film, sjónvarp, sjónleik, serlig tiltøk og tilbúgvingarvenjingar. Hann hevur útgivið 7 bøkur um sersminkan, filmframleiðslu, andlitssminku v.m. og er fast knýttur at danska Beredskabs-styrrelsen sum sminkari. Eisini undirvísir hann fast hjá Art of makeup í Keypmannahavn og er umsitari á Facebook-netinum: "Special Effects Open Source". Janus hevur áður undirvíst fyri MáF á sminki- og maskuskeiðum.Sí myndasavnið á Instagram undir navninum Effects_dk: https://www.instagram.com/effects_dk/?hl=da

Janus Vinther er eisini kendur sum Doktor Gys (www.doktorgys.dk)í einum Event og sjónvarpssending, sum hevur verið sýnt á DR Ultra. Fyrsti partur sæst á hesum leinki:www.skræk.dk

Undirvísingin verður vikuskiftið 23.-24. juni frá kl. 9:00 - 17:30 íroknað matarsteðg og er býtt upp í tveir partar:

Leygardag 23. juni – Sminkan til sjónleik/pall

Á hesum skeiðnum fer luttakarin at læra um: Ymisk sløg av pallsminku. Hvørji amboð og arbeiðshættir verða nýttir til at skapa ymisk sløg av persónstýpum. Hvussu man sminkar, tá ein ávís fjarstøða er til pallin, og ljósið er á ein ávísan hátt. Hvussu man setir eitt litkort saman, sum riggar til flest allar leiksýningar. Hvussu man setir skegg á, kambfjaðrar, næsar v.m.

Sunnudag 24. juni – Sersminkan til tilbúgvingarvenjing

Á hesum skeiðnum í sersminkan fer luttakarin at læra um: Skelk-sminkan, blá merkir, skeinur, blóðug sár, opin sár, ymisk sløg av brannsárum, skallabrot, avskræddan fingur og fremmandalikam so sum glaspettir og splintur í sárið. Arbeitt verður við flótandi latex, dermavoks og fleiri ymiskum sløgum av sminkilitum og filmblóði.

Prísurin fyri skeiðið íroknað kaffi/te og frukt er kr. 1.600.

Áhugaði kunnu fáa meiri kunning og tekna seg elektroniskt inni á heimasíðuni hjá MáF www.maf.fo ella við at fara inn á tiltakið Sminkiskeið á Facebook. Skráseting er fyrst galdandi, tá ið goldið er á konto í Eik Banka:9181-185 132 4 í seinasta lagi 30. mai 2018.