Stuðul

MÁF letur fíggjarligan stuðul til sjónleik, sjónleikaratiltøk, skeið o.a. í samband við áhugaleik. Játtaður stuðul verður latin aftaná, at fyrsta leiksýning hevur verið, ella vissa er fingin fyri, at tiltakið verður framt.

  • Umsóknirnar skulu vera inni í seinasta lagi:
  • 15. januar
  • 1. mars
  • 1. juni
  • 1. september

 

Sambært § 8 í Lóg Meginfelag áhugaleikara Føroya, skulu tey, sum hava fingið fíggjarligan stuðul frá MáF, lata felagnum roknskap og frágreiðing fyri hvørt verkevnið sær. Sí annars nærri kunning í Vegleiðing til umsóknarblað.

Legg til merkis: MáF stuðlar ikki tiltøkum, ið hava verið.