Suðuroyarkabarettin 2019

Aftur í ár sýnir Suðuroyar Sjónleikarafelag eina kabarett. Sum kabarettum líkt, verður mangt og hvat endavent. Politikarar, oyggjafólk og Strandferðslan og onnur standa fyri skotum. Norðoyingar verða heldur ikki spardir. Lukku tí hava suðuroyingar harða húð og breiðan rygg og tola skemt. Skuldi onkur havt harðan rygg og breiða húð, so gongur tað eisini.

Leikstjóri er Jákup Veyhe. Leikarar eru: Gundur Johansen, Rói Einarsson, Arne Johansen, Jonhild Andreassen, Diana Heinesen, Jóanis Lisberg, Heidi Kjærbo, Birita Johansen, Max Rasmussen, Sunrid Olsen, Anita Hermansen og  Mariann Johansen.

Kabarett tónleikarabólkurin: Hans Hammer (Asyllex), Finnur Nielsen (Asyllex), Bogi Petersen (Asyllex) og Esmar Joensen (Hamferð).

Búnar: Anita Hermansen. Seymikona: Alma Nielsen. Sminkøsur: Maria Rasmussen, Rakul sumberg Dahl og Lóa Farstad. Matmóðir: Alma Nielsen. Fyrireiking av mati og drekka til frumframsýningina: Sunrid og Claus Olsen. Alt mulig mand: Rói Einarson.

Vertur og vertinna vera ávikavist Ólavur Rasmussen og Dania Johansen.

Suðuroyarkabarettin verður framførd á SALT og er fyri øll, sum tola skemt.

 

Sýningar:

Hósdag 6. juni kl. 20.00: Frumframsýnin (útseld)

Leygardag 8. juni kl. 19.00

 

Atgongumerkini kosta kr. 200,- og fáast til keyps á www.atgongumerki.fo