Gleðilig jól

Vegna jólafrí er skrivstovan stongd til 2. januar 2018. Konteret er lukket på grund af juleferie til 2. januar 2018. The office is closed until 2 January due to Christmas holidays.

Nýtt Leiklistaráð farið til verka

Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, hevur sett nýtt Leiklistaráð fyri næstu trý árini. Leiklistaráðið virkar sum stýri fyri Tjóðpall Føroya, setir stjóran og hevur aðrar yvirskipaðar uppgávur í sambandi við yrkisleiklist og leiklist sum heild. Ein av fyrstu uppgávunum verður at gera tilmæli til landsstýriskvinnuna um listafólkaløn, sum er nýggi stuðulin til yrkisleiklist, fyri 2018. […]

MáF í Nordisk SeniorTeater samstarvi

Fyrr í ár fór MáF inn í eina spennandi samstarvsverkætlan saman við trimum øðrum norðurlondum – Danmark, Svøríki og Noreg – um ein felags pall fyri áhugaleik millum tað gráa gulli í okkara londum. Heiti á verkætlanini er “Digital platform for Nordisk SeniorTeater”. Endamálið við samstarvinum er at skifta orð um og styrkja áhugaleik millum […]

Hug at spæla við í filmi?

Í samband við at Klippfisk skipar fyri filmskapping á Reinsarínum í Havn 10.-12. november, ynskja tey eisini at bjóða (áhuga)leikarum við til tiltakið, tá ið evnið verður kunngjørt á Reinsarínum í Havn fríggjakvøldið 10. november kl. 18:00.  Ætlanin er, at bólkar/einstaklingar, sum luttaka í kappingini, hava møguleika at spyrja sjónleikarar, um tey hava hug av vera […]

Sjónleikurin `Allo `Allo í Gøtu

Ein skemtileikur eftir Jeremy Lloyd og David Croft, ið Sjónleikarfelagið Glotti í Gøtu framførir í hesum døgum. Leikurin snýr seg um, at kaffistovueigarin René og kona hansara hava goymt eitt listaverk stolið frá nasistum í einari pylsu í kjallaranum. Í sama kjallara goyma tey eisini tveir bretskar floghermenn, inntil mótstøðurørslan kann føra teir aftur til […]

Havnar Sjónleikarfelag heiðursløn

MáF vil við hesum ynskja Havnar Sjónleikarfelag hjartaliga til lukku við Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs 2017.  Heiðurslønin er fyri nógvu barnaleikirnar, Havnar Sjónleikarfelag hevur sett upp seinastu mongu árini, við støði í m.a. kendum barnasøgum sum eitt nú Fólk og dólgar í Kardamummubýi og Klintrimús og hini dýrini í Valbakkaskógini.  Hetta eru stórar leikuppsetingar, sum hava verið eitt […]

MáF fingið nýggjan lim

MáF fegnast um at hava fingið nýggjan lim í meginfelagið. Tað er Bygdarfelagið Eydnan á Oyrarbakka, sum hevur teknað seg sum lim í MáF. Við hesum limaskapi hevur MáF seks limafeløg í meginfelagnum. Frammanundan eru hesi limafeløgini: 1) Havnar Sjónleikarfelag 2) Klaksvíkar Sjónleikarfelag 3) Sjónleikarfelagið Glotti 4) Ungmannafelagið Royndin 5) Dramaverkstaðið Vit vilja við hesum […]

Stanislavskij-skeið

Set kross í kalendararn 22. – 24. september og tekna teg til Stanislavskij-skeið á Gjáargarði. Tríggir spennandi dagar har tú hevur møguleika at menna teg sjálvan í einum kreativum og spennandi umhvørvi. Ert tú áhugaleikari/sangari ella ein, ið vil menna tína upptraðkan, tá ið tú skalt bera ein boðskap fram? So er hetta eitt skeið […]

Pettson og Findus farnir í summarfrí

Sjónleikurin Pettson og Findus, sum hevur gingið fyri fullum húsi í Sjónleikarhúsinum í juni mánaði, er farin í summarfrí. Men á Ólavsøku vitjar hann aftur Leikurin er bygdur á Pettson og Findusbøkurnar hjá Sven Nordqvist, sum eru um ein heldur tvøran gamlan stavn í høgum hatti, sum býr saman við eini kettu í einum reyðum […]

Ung í MáF vaknað úr dvala

So er tað gleðiliga hent, at lív er komið í aftur Ung í MáF. Ung í MáF er ungdómsfelagsskapur hvørs endamál er at styrkja og menna leiklistaráhugaðan ungdóm í Føroyum. Tað eru Teresa Reinert og Birita Djurhuus, báðar úr Sjónleikarfelagnum Glotti við Gøtugjógv, sum hava tikið á seg at fáa gongd aftur í felagið, ið hevur ligið óvirkið í nøkur ár. […]