Freistin nærkast at tekna seg til Sansaleiklist

MáF skipar fyri skeiði í Samvirknari Sansaleiklist (Interactive Sensoric Theatre) í døgunum 16. – 28. februar 2016 á Føroya Fólkaháskúla. Á skeiðnum lærir tú at enduruppliva kroppin av nýggjum og menna hættir at brúka orð og kropp. Arbeitt verður við minni, talu, javnvág og kenslusemi í kroppinum við at ransaka allar sansir gjøgnum ljóð, lugt, yvirflatu, skap, tyngd, smakk, […]

Klaksvíkar Sjónleikarafelag farin í holt við nýggjan, spennandi sjónleik

Klaksvíkar Sjónleikarafelag er farin í holt við ein nýggjan, spennandi og øðrvísi sjónleik. Sjónleikurin eitur Gittaristarnir. Line Knutzon hevur skrivað leikin, og Bergur Rasmussen hevur umsett.  Talan er um ein komi/tragiskan sjónleik, sum torir at nema við aðrar leiðir, enn tað vit eru von við í Føroyum. Leikurin snýr seg í stuttum um, at vísusangarin og […]

Eykasýningar til Fólk og dólgar í Kardamummubýnum

Havnar Sjónleikarfelag letur í næstum hurðarnar upp til leikin Fólk og dólgar í Kardamummubýnum. Fólk og dólgar í Kardamummubýnumer ein stuttligur familjuleikur við nógvum góðum tónleiki og sangum, sum vit øll kenna. Høvundur: Thorbjørn Egner. Leikstjóri: Hjálmar Dam. Stað: Sjónleikarhúsið.  Sýningarnar verða soleiðis: Týs- miku- og fríggjakvøld kl 18:00 og leygar- og sunnudagar kl 16:00. 7. […]

Skeið í Samvirknari sansaleiklist

MáF skipar fyri skeiði í Samvirknari Sansaleiklist (Interactive Sensoric Theatre) í døgunum 16. – 28. februar 2016 á Føroya Fólkaháskúla. Á skeiðnum lærir tú at enduruppliva kroppin av nýggjum og menna hættir at brúka orð og kropp. Arbeitt verður við minni, talu, javnvág og kenslusemi í kroppinum við at ransaka allar sansir gjøgnum ljóð, lugt, […]

Veitslan byrjar 12. september

Leikurin Veitslan er grundaður á danska filmin Festen,ið Thomas Vinterberghevur leikstjórnað og eisini skrivað filmleikrit til saman við Mogens Rukov.  Í 1999 vann Festen gyltu pálmarnar á filmsfestivalinum í Cannes.  Veitlsan er umskrivaður til leik og lagaður til føroysk og norðurlendsk viðurskifti, og verður sett upp sum ein stór verkætlan við luttøku úr Grønlandi, Íslandi, Noregi, Danmark og Føroyum. Søgan snýr seg í […]

Familjuleikur Heksirnar á Tjóðpallinum

“Heksirnar” er familjuleikur eftir kenda rithøvundan Roald Dahl. Tað er David Wood, ið hevur umskrivað væl umtóktu barnabókina til leik. Laura Joensen hevur týtt leikin, við stuðli úr týðingini hjá Eyðuni Andreassen av bókini. Tað er ein serlig sýning, ið Kristina Sundar Hansen hevur leikstjórnað, har er spenningur, eymleiki, sorg, keipur og skemt, alt í […]

Det Ferösche Compagnie við nýggjum leiki: Operation Valentine

Føroyski sjónleikarabólkurin Det Ferösche Compagnie (DFC) fer í summar undir eina nýggja forkunnuga sjónleikara-verkætlan í Sjónleikarhúsinum í Havn. Krígsárini 1940-45 undir lupp. Allur heimurin broyttist undir II. veraldarbardaga og okkara lítlu oyggjar í norðuratlantshavi sluppu heldur ikki óskalaðar. 13. apríl í ár vóru 75 ár liðin, síðani bretsku hermenninir stiðju fótin á land í Føroyum. […]

Det Ferösche Compagnie søknast eftir dansiglaðum statistum

Det Ferösche Compagnie søknast eftir dansiglaðum statistum til sjónleik um krígsárini 1940-45. Leikurin verður sýndur í Sjónleikarahúsinum í Havn frá 21. aug. til 6. sept. Statistarnar skulu dansa “enskan dans”. ØLL yvir 16 ár eru vælkomin – einasta treyt: Dansigleði og grundtrinini í ‘enskum dansi’.   Sí hjáløgdu lýsing niðanfyri: 2015-07-15_Det Ferösche Compagnie sóknast eftir […]

Ólavsøkukabarettin 2015

Halló, kæra harkalið! Tað er við gleði, at vit kunngera, at LGBT, eftir drúgvar samráðingar við Yvirfriðingarnevndina og Rúna Djurhuus, aftur í ár hevur fingið loyvi til at forkela borgaran við at skipa fyri eini ólavsøku. Og í hesum sambandi hava tey, sum nakað heilt nýtt, gjørt av at leggja hesa tjóðarhátíð longu nú í […]

Óðins eyga á Tjóðpallinum um ólavsøkuna

  Óðins Eyga er ein víkingaleikur fyri børn, har áskoðararnir hitta eina djarva gøtugentu, víkingar, gandaravnar, risastórar úlvar, ein áttabeintan hest og gudarnar Loka og Óðin. Sóley Danielsen spælir allar leiklutirnar, ið hesum leikinum um 10 ára gomlu Tóru, ið livir í víkingaøldini. Sóley er m.a. kend frá einkvinnu leikinum “Einki orð”, har hon eisini spældi nógvar […]