Havnar Sjónleikarfelag 100 ár

Hjálagt er grein frá Havnar Sjónleikarfelag í samband við, at 100 ár eru liðin, síðani felagið varð stovnað. MáF vil samstundis nýta høvi enn eina ferð at ynskja Havnar Sjónleikarfelag hjartaliga til lukku við teimum 100 árunum.   2018-02-20_Grein_Havnar Sjónleikarfelag 100 ár.pdf

Aðalfundur 2018

MáF hevur aðalfund Leygardagin 10. mars 2018 kl. 11:00 í Losjuni við Gøtugjógv. Dagsskrá sambært lógini (sí hjáløgdu skjøl).   Fundarboð og skrá.pdf Lóg_MáF.pdf  

Tvey nýggj limafeløg í MáF

Tvey feløg eru vorin nýggir limir í MáF. Talan er um Ungmannafelagið Virkið á Sandi og Suðuroyar Sjónleikarfelag. Ungmannafelagið Virkið hevur áður verið limur í MáF, men hevur seinastu árini ligið meir ella minni stilt. Nú ætla tey at fáa meira virksemi í felagið. Suðuroyar Sjónleikarfelag er eitt nýstovnað felag og telur 35 virknar limir. […]

Ljós- og ljóðskeið

Brennur tú fyri at arbeiða við ljós- og ljóði á ein kreativan hátt? Spennandi skeið verður í Losjuni við Gøtugjógv 27. – 29. apríl 2018. Lærarar verða Súni Joensen og Asger Kudahl Sørensen. Tekna teg til skeiðið her. Sí nærri upplýsingar í skeiðslýsingini niðanfyri. Skeiðslýsing_Ljós-og ljóðskeið 2018.pdf

Gleðilig jól

Vegna jólafrí er skrivstovan stongd til 2. januar 2018. Konteret er lukket på grund af juleferie til 2. januar 2018. The office is closed until 2 January due to Christmas holidays.

Nýtt Leiklistaráð farið til verka

Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, hevur sett nýtt Leiklistaráð fyri næstu trý árini. Leiklistaráðið virkar sum stýri fyri Tjóðpall Føroya, setir stjóran og hevur aðrar yvirskipaðar uppgávur í sambandi við yrkisleiklist og leiklist sum heild. Ein av fyrstu uppgávunum verður at gera tilmæli til landsstýriskvinnuna um listafólkaløn, sum er nýggi stuðulin til yrkisleiklist, fyri 2018. […]

MáF í Nordisk SeniorTeater samstarvi

Fyrr í ár fór MáF inn í eina spennandi samstarvsverkætlan saman við trimum øðrum norðurlondum – Danmark, Svøríki og Noreg – um ein felags pall fyri áhugaleik millum tað gráa gulli í okkara londum. Heiti á verkætlanini er “Digital platform for Nordisk SeniorTeater”. Endamálið við samstarvinum er at skifta orð um og styrkja áhugaleik millum […]

Hug at spæla við í filmi?

Í samband við at Klippfisk skipar fyri filmskapping á Reinsarínum í Havn 10.-12. november, ynskja tey eisini at bjóða (áhuga)leikarum við til tiltakið, tá ið evnið verður kunngjørt á Reinsarínum í Havn fríggjakvøldið 10. november kl. 18:00.  Ætlanin er, at bólkar/einstaklingar, sum luttaka í kappingini, hava møguleika at spyrja sjónleikarar, um tey hava hug av vera […]

Sjónleikurin `Allo `Allo í Gøtu

Ein skemtileikur eftir Jeremy Lloyd og David Croft, ið Sjónleikarfelagið Glotti í Gøtu framførir í hesum døgum. Leikurin snýr seg um, at kaffistovueigarin René og kona hansara hava goymt eitt listaverk stolið frá nasistum í einari pylsu í kjallaranum. Í sama kjallara goyma tey eisini tveir bretskar floghermenn, inntil mótstøðurørslan kann føra teir aftur til […]

Havnar Sjónleikarfelag heiðursløn

MáF vil við hesum ynskja Havnar Sjónleikarfelag hjartaliga til lukku við Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs 2017.  Heiðurslønin er fyri nógvu barnaleikirnar, Havnar Sjónleikarfelag hevur sett upp seinastu mongu árini, við støði í m.a. kendum barnasøgum sum eitt nú Fólk og dólgar í Kardamummubýi og Klintrimús og hini dýrini í Valbakkaskógini.  Hetta eru stórar leikuppsetingar, sum hava verið eitt […]