Stanislavskij-skeið

Set kross í kalendararn 14. – 16. september og tekna teg til Stanislavskij-skeið í Royndarhúsinum í Nólsoy. Tveir spennandi dagar har tú hevur møguleika at menna teg sjálvan í einum kreativum og spennandi umhvørvi. Ert tú áhugaleikari og ynskir fleiri amboð at arbeiða við, so er hetta eitt skeið fyri teg, líkamikið um tú ert […]

Norðoyastevnuteiti

TÍÐINDASKRIV FRÁ KLAKSVÍKAR SJÓNLEIKARAFELAG Stuttlig endurreising á Norðoyastevnu Norðoyastevnan, ið verður hildin í Klaksvík fyrsta vikuskiftið í juni, er fyrsta stevnan á árinum. Tað er á Norðoyastevnu, at kappróðrarfeløgini skjóta kappingarárið í gongd og soleiðis eisini summarið. Hettar er nú sum fyrr, men Norðoyastevnan kann sigast at verða nógv broytt, síðani tað bleiv koyrandi ígjøgnum […]

Dramaverkstaðið á ferð

Dramaverkstaðið í Tórshavn, sum varð 20 ár í januar, fer í næstum út úr verkstaðnum at framføra tveir barnaleikir:“Gullringurin” og “Fremmanda gentan”. Eisini syngur dramakórið. Framførslan við báðum leikum og kórinum varir í uml 50 minuttir. Leiksýningar: Løkshøll í Runavík: 26. mai kl. 14:00 og 16:00. Tjóðpallur Føroya: 12. juni og 13. juni kl. 18:00 Atgongumerki á […]

Leikur: Djarvi Macbeth

Í fjør heyst fór Havnar Sjónleikarfelag í samstarvi við Riu og Súsonnu Tórgarð úr Teatur Grugg undir eina spennandi verkætlan at stovna leikbólkin “Shakespeare Unplugged” við 6 ungum áhugaleikarum úr Havnar Sjónleikarfelag: Rógvi Dam, Eyðbjartur Skaalum, Petur Meinhard E. Andersen, Rúna Johanna Aref, Rebekka Dam á Neystabø og Ebba Malena Debess. Í bólkinum hevur verið […]

Suðuroyar Kabarettin

Í hesum døgum framførir Suðuroyar Sjónleikarafelag skemtiligu Suðuroyðar Kabarettina í mentanarhúsinum SALT á Drelnesi. Higartil hava seks sýningar verið, sum hava gingið væl og verið sera væl móttiknar. Eini 1400 fólk hava verið og hugt. Einki virki sjónleikarafelag hevur verið á Suðuroynni í fleiri ár, so nýstovnaða felagið fegnast um góðu móttøkuna av kabarettini. Tað […]

Tveir nýggir nevndarlimir í MáF

Á aðalfundi 10. mars komu tveir nýggir limir inn í nevndina í MáF. Tríggir nevndarlimir stóðu fyri vali – Noomi Reinert og Rúna Mortensen stillaðu báðar upp aftur, meðan Beinta Flóvinsdóttir ikki stillaði upp aftur. Noomi Reinert, sum hevur sitið sum forkvinna í nevndini seinastu árini, varð vald inn aftur umframt tveir nýggir limir – […]

Havnar Sjónleikarfelag 100 ár

Hjálagt er grein frá Havnar Sjónleikarfelag í samband við, at 100 ár eru liðin, síðani felagið varð stovnað. MáF vil samstundis nýta høvi enn eina ferð at ynskja Havnar Sjónleikarfelag hjartaliga til lukku við teimum 100 árunum.   2018-02-20_Grein_Havnar Sjónleikarfelag 100 ár.pdf

Aðalfundur 2018

MáF hevur aðalfund Leygardagin 10. mars 2018 kl. 11:00 í Losjuni við Gøtugjógv. Dagsskrá sambært lógini (sí hjáløgdu skjøl).   Fundarboð og skrá.pdf Lóg_MáF.pdf  

Tvey nýggj limafeløg í MáF

Tvey feløg eru vorin nýggir limir í MáF. Talan er um Ungmannafelagið Virkið á Sandi og Suðuroyar Sjónleikarfelag. Ungmannafelagið Virkið hevur áður verið limur í MáF, men hevur seinastu árini ligið meir ella minni stilt. Nú ætla tey at fáa meira virksemi í felagið. Suðuroyar Sjónleikarfelag er eitt nýstovnað felag og telur 35 virknar limir. […]

Ljós- og ljóðskeið

Brennur tú fyri at arbeiða við ljós- og ljóði á ein kreativan hátt? Spennandi skeið verður í Losjuni við Gøtugjógv 27. – 29. apríl 2018. Lærarar verða Súni Joensen og Asger Kudahl Sørensen. Tekna teg til skeiðið her. Sí nærri upplýsingar í skeiðslýsingini niðanfyri. Skeiðslýsing_Ljós-og ljóðskeið 2018.pdf