Um MÁF

Meginfelag áhugaleikara Føroya (MáF) er meginfelag fyri áhugasjónleikarafeløgini í Føroyum og varð stovnað tann 23. september 1979.

Endamál felagsins er at stuðla og menna áhugaleiklistina í Føroyum.

MÁF skal við nevnd og starvsfólki virka sum millumlið og samskipari limanna millum og fremja samstarv teirra millum so væl sum gjørligt.

Limir í MÁF eru:

Sjónleikarfeløg, leikbólkar og einstaklingar.

Aðalfundur felagsins er um grækarismessumundið. Nevndarlimirnir eru 5 í tali umframt 2 tiltakslimir, sum verða valdir á aðalfundinum. Nevndin skipar seg sjálv við formanni, næstformanni og kassameistara.

Nevndin velur umboð í Leiklistaráðið.

MÁF gjørdist 31. mai 1980 limur í Nordisk Amatør Teaterråd (NAR) og í 1999 limur í International Amateur Theatre Association (AITA/IATA) og North European Amateur Theatre Alliance (NEATA).

MÁF verður fíggjað við almennum stuðli á fíggjarlógini og við limagjaldi.

Meira kann lesast um søguna hjá MáF á hesum leinki: Søgan hjá Meginfelag áhugaleikara Føroya