Gleðilig jól og eitt gott nýggjár
Leikur: “Ikki eitt orð um pengar”
Væleydnað skeið í Impro Comedy
Stuðulsfreist 1. september 2024
Ferafrásøgn frá workshop á barnasjónleikarafestivali í Litava
Spennandi sjónleikur í Gøtu
Tað er kenda søgan um Olivur Twist eftir Charles Dickens, sum nú skal á pall sum musikal í Gøtu.
Leikurin bleiv so umfatandi og fyllur so nógv, at tey ikki kundu vera inni í kendu og hugnaligu hølinum hjá Losjuni í Gøtu, men máttu út at finna eitt annað hølið. Tað funnu tey beint við fótbóltsvøllin í hølinum hjá Víkingi, so hetta verður ein rættuliga øðrvísi uppseting enn vit eru von við.
Leikstjóri er Ria Tórgarð, sum er ein av okkara royndasti og dugnaligasti leikstjóri og tað er ikki hissini uppgáva, hon her hevur fingið. Hon hevur leikstjórna heili 59 leikarum, sum hava størri og minni leiklutir í sangleikinum.
Man kann aldri vita hvat Ria kann finna uppá, men líka mikið hvat hon finnur uppá so riggar tað siga tey í Gøtu, nú tað er 3 ferð hon er leikstjóri hjá teimum.
Hesaferð hevur hon gjørt tað bragdi, at hon hevur fingið fyrrverandi landspolitikkaran Torbjørn Jacobsen at spæla “ordiligan” sjónleik, tá hann trýnir fram á pallin, sum Mr. Bumble. Eitt annað sum ger at nógv nokk fara at hyggja, er at nakrir av teimum dugnaligastu tónleikarunum í Føroyum eru við í leikinum.