
Skúlin í Sjónleikarhúsinum fer at framføra tveir barnaleikir í apríl. “Leyvan, gívurin og klædnaskápið”, sum Stephen Wass hevur gjørt til leik út frá kendu søguni hjá C.S. Lewis. Leikurin snýr seg um fýra børn, ið krógva seg í einum klædnaskápi og koma inn í annan heim. Har skulu tey vinna á hvítu gívrina, sum hevur […]

Í dag – 27. mars – er altjóða leiklistadagur. Í hesum sambandi hevur Thorgeir Tryggvason, formaður í Meginfelag áhugaleikara Íslands, skrivað hesi andbornu orð: Kjarnin í málinum er … Øll list má hava eitt áhugahjarta. Lat meg orða meg á annan hátt: Øll list hevur eitt áhugahjarta. Annars vildi hon bert verið ein vøra. Ein […]

LeikREAD letur dyrnar upp til READINGS-framførslur í Sjónleikarhúsinum í Havn 27. og 28. mars 2015 kl. 19.00. Skráin verður soleiðis: Fríggjakvøldið 27.03. Kl. 19.00: LeikREAD verður sett. Kl. 19.10: “Sek” eftir Hrafnhildur Hagalín (ÍS).Leikstjórn: Jón Atli Jonasson (ÌS).Leikarar: Páll Danielsen, Kristina Sørensen, Torkil Tórgarð, Sanna Apol og Kári Mouritsen. Kl. 20.10: “Rithøvundarnir” eftir Alejandro Leiva Wenger […]

Í sambandi við sólarmyrkingina skipa Tjóðpallurin og Havnar Sjónleikarfelag fyri føroyskum mentanarkvøldi í Sjónleikarhúsinum. Hóskvøldið 19. mars kl. 19.30. Brot úr føroyskari mentan, tað myrka og tað ljósa sett saman við spennandi ljóssetan. Aftaná verður føroyskur dansur og ábit av føroyskum mati og føroyskt øl. Kostnaður 400,00 kr. fyri hvønn. Atgongumerkir kunnu keypast í VisitTórshavn.

Enn eina ferð eru tey farin undir sjónleik í Losjuni í Gøtu, og hesa ferð er tað kendi skemtileikurin hjá Shakespeare Dreymur Jóansøkunátt, ella á enskum A Midsummer Night’s Dream. Leikurin snýr seg um eina ósemjandi kærleikssøgu, ein álvakong og -drotning og nakrar handverkarar, ið arbeiða upp á at framføra ein leik fyri aðalsfólki. Aksel Tórgarð […]

Á aðalfundi hjá MáF 14. mars varð nevndarval. Fyri vali stóðu nevndarlimirnir Gunhild Michelsen og Nora Bærentsen og varalimirnir Rudolf Joensen og Ragn Maja Kruse. Allir nevndar- og varalimir stillaðu upp aftur. Aftaná aðalfundin skipaði nevndin seg. Hilmar Joensen, sum hevur verið formaður í MáF tey nógvu seinastu árini, ynskti ikki longur at sita sum […]

Máf hevur aðalfund Leygardagin 14. mars 2015 kl. 1100 í Sjónleikarhúsinum. Dagsskrá sambært lógini.

Eitt spennandi summarskeið í sjónleiki og tónleiki verður á Vostrup Efterskole 28. juni – 3. juli 2015. Skeiðið er ætlað øllum ungum 14 – 18 ár við áhuga fyri sjónleiki. Einki krav er, at tú skalt hava spælt sjónleik áður. Lærarar: Helle Pørksen, Helle Brokjær og Esben Svane. Trýst á leinki niðanfyri og fá meir at […]

Leikurin “Gangnam jól” verður í hesum døgum sýndur í Sjónleikarhúsinum. Sýningarnar eru hvønn dag kl. 18:00 frá mánadegnum 6. desember til sunnudagin 14. desember. Atgongumerki til leikin kosta kr. 50,- og fáast í Visit Tórshavn (Kunningarstovan í Havn) og í Sjónleikarhúsinum ein tíma undan sýning.

Fríggjakvøldið 7. november kl. 19.00 verður fyrsta sýningin av kenda sangleikinum Grease í Norðurlandahúsinum. Tað eru miðnámsskúlanæmingar úr øllum Føroyum, ið fara at framføra. Útselt er longu til 5 tær fyrstu sýningarnar. Kostnaðurin er 225 kr. Sí sýningarskrá niðanfyri: Fríggjadag 07-nov 19.00 Leygardag 08-nov 19.30 Sunnudag 09-nov 16.00 Týsdag 11-nov 19.30 Mikudag 12-nov 19.30 Hósdag […]