
Sýningar: 31.10.14 kl. 21.3001.11.14 kl. 19.3002.11.14 kl. 19.30 Leikbólkurin InTime Theatre sýnir einmansleikin “Einki orð” á Tjóðpalli Føroya við Sóley Danielsen (FO) sum leikara og Jenný Láru Arnórsdóttir (IS) sum leikstjóra. “Einki orð” snýr seg um lívið hjá einari muslimskari kvinnu, ið stríðist við at sameina sín muslimska samleika við sín samkyndleika. Hann snýr seg […]

Farið verður nú undir seinastu sýningarnar av skemtileikinum “Vit eiga ikki eitt oyra! Vit lata ikki eitt oyra!” eftir Dario Fo. Leikurin hevur verið væl vitjaður og hevur fingið sera góð ummæli: “Leikurin er stuttligur og orkufullur á tremur í tempo, fupp, misskiljingum og berari rumpu senum, sum í heilum fáa áskoðaranar at flenna í […]

“TORA AT TAKA ORÐIД Skeið fyri sjónleikaráhugað og onnur, sum dagliga brúka røddina sum arbeiðsamboð, verður vikuskiftið 24 – 26. okt.: Fríggjakvøld frá kl.19 – 22Leygardag frá kl.10 – 16Sunnudag frá kl.13 – 18 Prísur: Kr. 2000,00 íroknað kaffi og te umframt eina máltíð á middegi leygardagin. Staður: Losjan á Tinhúsvegnum. Arbeitt verður við at […]

Leygardagin 4. oktober í farna vikuskifti luttók Meginfelag Áhugaleikara Føroya (MÁF) á The NEATA Short Play Festival í Íslandi. Tað var Bandalag Íslendskra Leikfelaga, sum skipaði fyri leikstevnuni, har eisini fleiri íslendsk áhugaleikarafeløg luttóku. Tiltakið var alment, og tað var fyri fullsettum sali, at teir fimtan stuttu leikirnir vórðu framførdir í Leikhúsinum í Kópavági. Leikframførslurnar […]

Havnar Sjónleikarfelag borðreiðir við einari reindyrkaðari farsu í heyst. Heimskendi skemtileikurin hjá Dario Fo “Vit eiga ikki eitt oyra! Vit lata ikki eitt oyra!” varð upprunaliga skrivaður í 1974, men í 2006 endurnýggjaði og nútímansgjørdi Dario Fo leikin, og tað verður henda útgáva, ið verður at síggja í Sjónleikarhúsinum 11. oktober. Evnið í leikinum er […]

Tann 4. oktober fer MáF at luttaka á leikstevnu í Kópavági nevnd NEATA Short Play Festival. Tað er Bandalag íslenskra leikfélaga, sum hevur bjóðað MáF at vera við á hesi stevnu, har eisini fleiri íslendsk leikfeløg luttaka. Leikstevnan er eitt afturvendandi tiltak, sum Máf hevur luttikið í áður. Sum heitið á stevnuni sigur, verða stuttir leikir framførdir á eini […]

Fyri øll tey, ið eru bitin av at spæla sjónleik og kanska hava ein dreym um eina yrkisleið innan sjónleik, bjóðar Ryslinge Højskole nú eitt sjónleikaraskeið frá 4. januar til 20. juni 2015. Millum undirvísarnar teljast professionellir sjónleikarar sum eitt nú Nicolaj Kopernikus og Susan A. Olsen. Eisini verður Ghita Nørby ein av gestalærarunum. Um hetta […]

Tilmelding til sjónleik fyri børn og ung fer fram gjøgnum kvøldskúlan. Væntandi verða 3 bólkar: Ein bólkur til byrjarar Ein bólkur til tey, sum hava gingið 2 – 4 ár Ein bólkur til tey, sum hava gingið longri enn 4 ár ella eru yvir 13 Undirvísarar eru Hedvig Westerlund-Kapnas, Sanne Storm og Páll Danielsen. Skúlin er […]

Orsaka! á Tjóðpallinum Ein komisk tragedia ella ein tragisk komedia Gerandisdagurin fær eina vælmeinta skortfleingju, tá ið tær tríggjar sjónleikakvinnurnar Gunnvá Zachariasen, Beinta Clothier og Jensina Olsen tann 3. september fara á pall í leikinum Orsaka! Við eini røð av smærri søgum, um stórt og smátt, ironisera tær um tragikomisku treytirnar, sum tilveran býður okkum […]

Góðu limir og øll sjónleikaraáhugaði! Frá 25. august verður Ingun Christensen dagligur leiðari á skrivstovuni hjá MáF. Hon avloysir Eir í Ólavsstovu í eitt hálvt ár. Ingun Christensen er útbúgvin korrespondentur í týskum og enskum og síðan hevur hon tikið BA (Bacherlor of modern Languages and Business Studies) í enskum og ED (Den Erhvervssproglige Diplomuddannelse) […]