Upp undir jól bjóðar Klaksvíkar Sjónleikarafelag til tærnakrympandi svart skemt í Gomlu Brandstøð í Klaksvík. Leikarar: Durita Joensen Snæbjørg Gustavsdóttir Høgni Louisson Poulsen Emry Jo Sigrið Mikkjalsdóttir Theodor Solbjørg Liljan Eysturdal Køtlum Ljós & ljóð: Rói L. Poulsen Kristian D. Heinesen Atgongumerki fáast á https://www.atgongumerki.fo/dramas
DÝPIÐ er ein modernað dansisýning, sum hevur uppruna í yrkingini ‘Eitt dýpi av dýrari tíð’ hjá Jens Paula Heinesen. Við íblástri úr orðum er henda dansisýnining ment við hugleiðingum um, hvussu eitt lív kann vendast og dragast. Sýningin er 40 minuttir long. Umframt vaksin verður mett, at sýningin er væl egnað til børn í aldrinum […]
Suðuroyar Sjónleikarafelag sýnir kenda familjuleikin “Klintrimús og hini dýrini í Vallbakkaskóginum” hjá Thorbjørn Egner, sum Eyðun Johannesen hevur týtt til føroyskt. Klæmint H. Isaksen er leikstjóri, og Nicolaj Falck hevur gjørt pallmyndina. Framførslurnar verða í mentanarhúsinum SALT á Drelnesi, ið er sera vælegnað til sjónleik. Fyrsta sýning verður leygardagin 10. november kl. 16.00. Atgongumerki kunnu […]
HEDDA GABLER – Í BÝRÁÐSHÚSINUM Í NORÐRAGØTU FRÁ 2. NOVEMBER Um leikin: Júst heimkomin av brúðarferð í 6 mánaðir, upplivir vakra og sjálvsikra Hedda, at hon er fangað í eini inniklemmandi, keðiligari og smáborgarligari verð. Tá hon so hoyrir at gamla flamma hennara, Eilert Lovborg, er vendur aftur til býin, forelskaður í aðrari kvinnu, og […]
Ein jólagysari útsettur fyri pumpiorgul, fagott og violin. Heimskenda søgan hjá Charles Dickens á Tjóðpallinum. ‘Eitt Jólaævintýr’ er bæði filmað og pallsett fleiri ferðir, og flestu munnu kennast við søguna um hin harðrenda og gíriga Scrooge, sum eina jólanátt fær eina sjáldsama vitjan og verður sendur á eina ferð í fortíðina, nútíðina og framtíðina. Søgan […]
”Eg upplivdi at andin hjá Dario Fo sveimaði yvir hesi sýningini: politisk, provokerandi, klovnaleikur – og tað er ikki smávegis rós” Soleiðis skrivar íslendski ummælarin Silja Aðalsteinsdóttir um leikin Shhh!, sum verður vístur í Norðurlandahúsinum 20. oktober. Shhh! er ein hugtakandi og rørandi sjónleikur eftir íslendska listabólkin Ratatam, sum byggir á dokumentariskt tilfar. Leikurin er […]
Sjónleikaradeildin í Losjuni fer í næstum at framføra enn ein heimskendan klassikara, men hesaferð er pallsetingin heilt serlig og slóðbrótandi. Leikurin verður nevniliga framførdur í Býráðshúsinum í Norðragøtu. Myrka tíðin merkir sjónleikur í Gøtu, og í ár er einki undantak. Sjónleikaradeildin í Losjuni fer í næstum at framføra klassikaran “Hedda Gabler” eftir heimskenda norska skaldið […]
Í sambandi við at Havnar Sjónleikarfelag fyllir 100 ár í ár, sýnir felagið í hesum døgum leikin Jørundur Hundadagakongur, eftir Jónas Árnason. Leikurin, ið er bygdur á eina av mest merkisverdu hendingum í søgu Íslands, er ikki ein sannsøguligur leikur, men er tað, ið høvundurin kallar eitt “ósøguligt leikhúsverk”. Talan er um ein skemtileik, við […]
Í ár verður tann 10. NEATA Festivalurin í Anykschiai í Litava í døgunum 31. juli – 5. august. Heitið á festivalinum er “Traditions Create Future”. Sum limur í NEATA er MáF eisini saman við øllum hinum NEATA limalondunum boðin at luttaka við leikbólki. MáF samskipar luttøkuna og ferðina úr Føroyum og hevur í hesum sambandi […]
EDERED er ein felagsskapur, ið skipar fyri barna-/ungdómstiltøkum í samband við sjónleik. Endamálið hjá felagsskapinum er at menna millummentarligt arbeiði innan drama og sjónleik fyri børn/ung í Evropa. Tiltakið fevnir m.a. um sjónleikaraskeiðir av ymiskum slag og framførslur, har børn/ung í aldrinum 13-15 ár, ið hava áhuga innan sjónleik fáa høvi at menna seg, fáa […]