At skriva til pall


Lýsing av tiltakið

Dato: 8 maj 2020

KL: 09:00


Kreativt skriviskeið verður í døgunum 08.-10. mai 2020 á Føroya Fólkaháskúla. Kundi tú hugsað tær at ment eitt hugskot til ein sjónleik? Tak eitt vikuskifti úr kalendaranum og fá nakrar spennandi, mennandi og kreativar dagar saman við danska undirvísaranum Gunvør Reynberg, ið hevur drúgvar royndir sum tekstahøvundur, sjónleikari og leikstjór. Skeiðsgjaldið er einans kr. 1.500,-fyri 3 dagar og er íroknað skeið og uppihald við mati. Sí nærri upplýsingar um skeiðið niðanfyri:

Skeiðslýsing_At skriva til pall 2020

Gevi gætur: Freistin fyri tilmelding og skeiðsgjaldi er 31. mars 2020, og avlýsing minni enn ein mánað undan skeiðsbyrjan verður ikki endurgoldið.

Elektronisk tilmelding fer fram niðanfyri: