10

jan

MáF vitjan av Ung Teaterscen

MáF og Ung í MáF fáa vitjan av Ung Teaterscen tann 10. januar 2024. Ung Teaterscen er áhugasjónleikarafelagið fyri børn og ung í Svøríki. Felagið umboðar 35 áhugasjónleikarafeløg fyri børn og ung, og er fíggjað av svenska statinum. Endamálið við vitjanini hjá Ung Teaterscen er at tosa um møguligt samstarv millum Ung Teaterscen og Ung […]

15

jan

Stuðulsfreist 15. januar 2024

Freistin at søkja um stuðul frá MáF fyri 1. ársfjórðing í 2024 er 15. januar 2024. Sí annars nærri kunning um stuðulsfreistir, umsóknarbløð o.a. inni á heimasíðuni hjá MáF her.

29

jan

Starvsnevndin í NEATA fund í Føroyum

Í døgunum 29. til 31. januar 2024 hevur starvsnevndin í NEATA fund í Føroyum. NEATA er felagið fyri áhugasjónleik í Norðurlondum og teimum Baltisku londunum. MáF er limur í NEATA, og Noomi Reinert, forkvinnan í MáF, er næstforkvinna í NEATA.

1

mar

Stuðulsfreist 1. mars 2024

Freistin at søkja um stuðul frá MáF fyri 2. ársfjórðing í 2024 er 1. mars 2024. Sí annars nærri kunning um stuðulsfreistir, umsóknarbløð o.a. inni á heimasíðuni hjá MáF her.

16

mar

Aðalfundur 2024

MáF hevur aðalfund Leygardagin 16. mars 2024 kl. 13.00 í Varpinum í Klaksvík  Dagsskrá sambært lógini (sí hjálagda skjal).  Lóg Meginfelag áhugaleikara Føroya

18

mar

Ung í MáF vitjan av grønlendskum áhugaleikarum.

Í døgunum 18. til 21. mars 2024 fær Ung í MáF vitjan av ungum áhugaleikarum úr Grønlandi, sum koma til Føroyar á veg heim úr Arctic Winther Games í Alaska. Tey hava eina framførslu saman í Klingruni í Norðurlandahúsinum hósdagin 21. mars kl. 17.30.

22

mar

Ráðstevna fyri sjónleikaralærarar í Eysturríki

22. – 27. mars 2024 verður ráðstevna fyri sjónleikaralærarar í Retz í Eysturríki. Ráðstevnan hevur heitið “25th Drama / Theatre in Education Conference 2024”. MáF luttekur á ráðstevnuni við tveimum umboðum. Tey eru Noomi Reinert, forkvinna í MáF, og limur í Sjónleikaradeildini í Losjan Glotti, og Mariann Johansen, nevndarlimur í MáF, og limur í Suðuroyar […]

27

mar

World Theatre Day 2024

27. mars er World Theatre Day Síðan 1962 hevur hesin dagurin verið hildin av sjónleikafeløgum, sjónleikaskúlum, og sjónleikaáhugaðum kring heimin. MáF ynskir øllum ein góðan Altjóða Sjónleikadag 2024

12

apr

Sjónleikaraskeið í Stranda skúla

Í døgunum 12. og 13. apríl 2024 verður grundleggjandi sjónleikaraskeið í Stranda skúla. Tað er nýligani endurstovnaða Stranda Sjónleikarafelag, sum skipar fyri. Undirvísari verður Gunnvá Zachariassen. Evsta mark at tilmelda seg til skeiðið er 1. apríl. Sí fleiri upplýsingar í myndini her niðanfyri:

1

jun

Stuðulsfreist 1. juni 2024

Freistin at søkja um stuðul frá MáF fyri 3. ársfjórðing í 2024 er 1. juni 2024. Sí annars nærri kunning um stuðulsfreistir, umsóknarbløð o.a. inni á heimasíðuni hjá MáF her.