14
mar
Sjónleikarhúsið í Havn sýnir filmin Illir andar, sum er upptikin í Sjónleikarhúsinum. Leikstjóri og handrit: Pablo Merín Leikarar: Hjálmar Dam, Annika á Lofti og Jákup Dahl Wardum Framleiðslustjóri: Hanna Flóvinsdóttir Framleiðsla: Birgir Djurhuus og Karin Djurhuus. Fyrsta sýning verður hóskvøldið 14. mars kl. 20.00. Atgongumerki fáaast á https://www.atgongumerki.fo/movies.
15
mar
Klaksvíkar Sjónleikarafelag sýnir ævintýraleikin Kraddarin eftir Súsonnu Tórgarð og Biritu Mohr á loftinum á Spinnarínum í Klaksvík. Leikstjóri er Aðalbjørg J. Linklett. Pallmyndina hava Hjálmar Dam og Nicolaj Falck gjørt. Fyrsta sýning er fríggjakvøldið 15. mars kl. 19.00. Atgongumerki fáast á https://www.atgongumerki.fo/dramas.
16
mar
MáF hevur aðalfund Leygardagin 16. mars 2019 kl. 11:00 á Dramaverkstaðnum í Havn. Dagsskrá sambært lógini (sí hjálagda skjal). 1517925303_lg_mf.pdf
25
apr
Sjónleikaraskúlin í Sjónleikarhúsinum í Havn fer í apríl og mai at framføra sangleikin Junglubókin, sum er bygdur á skaldsøguna hjá Rudyard Kipling og filmsútgávuna hjá Disney. Sóley Danielsen og Jákup Dahl Wardum hava týtt leikin til føroyskt. Sóley Danielsen er leikstjóri og hevur eisini gjørt pallmyndina. Íalt eru 45 leikarar í aldursbólkinum 7 til 17 […]
6
jun
Aftur í ár sýnir Suðuroyar Sjónleikarafelag eina kabarett. Sum kabarettum líkt, verður mangt og hvat endavent. Politikarar, oyggjafólk og Strandferðslan og onnur standa fyri skotum. Norðoyingar verða heldur ikki spardir. Lukku tí hava suðuroyingar harða húð og breiðan rygg og tola skemt. Skuldi onkur havt harðan rygg og breiða húð, so gongur tað eisini. Leikstjóri […]
21
sep
Tann 23. september 2019 verða tað 40 ár síðan, at Meginfelag áhugaleikara Føroya (MáF) var stovnað – nevnliga 23. september 1979. Í hesum sambandi skipar MáF fyri føðingardagsveitslu: Dagseting: 21. september 2019 Stað: SALT á Tvøroyri Tíð: Kl. 19.00 Veitsluskrá: Veitslan byrjar kl. 19:00 við vælkomudrykki. Síðan verður farið til borðs, har borðreitt verður við […]