17

mar

Dreymur Jóansøkunátt

Høvundur: William Shakespeare Leikstjóri: Noomi Reinert Leikarar: 22 leikarar Stað: Losjan í Gøtu / Sjónleikarhúsið Dreymur Jóansøkunátt er ein skemtileikur og snýr seg um eina ósemjandi kærleikssøgu, ein álvakong og -drotning og nakrar handverkarar, ið arbeiða upp á at framføra ein leik fyri aðalsfólki. Aksel Tórgarð hevur týtt, og Noomi Reinert hevur leikstjórnað leikin, ið verður framførdur […]

1

apr

Dramaverkstaðið

Leikir Rumbul í ævintýrlandi Høvundur: Ebba Malena Debess Thomsen Leikstjóri: Ebba Malena Debess Thomsen Leikarar: Næmingar 10-11 ár Stað: Dramaverkstaðið Rumbul í ævintýrlandi snýr seg um, at figurarnir úr ævintýrunum “Reyðhetta” og “Hans og Greta” hittast, og bland kemur av tí sama í søgugongdina. Alt er skrøgg Høvundur: Hjørdis V. Johansen Leikstjóri: Ebba Sofía Kruse Leikarar: Næmingar 12-13 […]

17

apr

Dramaskúlin í Sjónleikarhúsinum

Leikir Kring jørðina í 80 dagar Høvundur: Bengt Ahlfors hevur dramatiserað og umskrivað eftir bókini hjá høvundanum Jules Verne Leikstjóri: Hedvig Westerlund-Kapnas Leikarar: 13 næmingar (8 – 13 ár) Stað: Sjónleikarhúsið Kring jørðina í 80 dagar er ein keipumynd av hjálandaveldinum, og hvussu vit bara síggja tað, sum hevur við okkum sjálvi at gera, og halda, […]

5

jun

Barnaleikstevnan 2015

Tann 5. juni skipar MáF saman við dramaskúlanum í Sjónleikarhúsinum og dramaskúlunum í Gøtu og Klaksvík fyri Barnaleikstevnuni 2015 í Gøtu. Nógv ymiskt verður á skránni so sum morgunmatur, skrúðgonga og spennandi leikir framførdir av dramabólkunum. Tiltakið er ókeypis! Øll – stór sum smá – eru hjartaliga vælkomin. Stuðlað tiltakinum hevur Eysturkommuna. Fyri nærri kunning, sí skránna niðanfyri: […]

27

jul

Ólavsøkukabarettin 2015

Halló, kæra harkalið! Tað er við gleði, at vit kunngera, at LGBT, eftir drúgvar samráðingar við Yvirfriðingarnevndina og Rúna Djurhuus, aftur í ár hevur fingið loyvi til at forkela borgaran við at skipa fyri eini ólavsøku. Og í hesum sambandi hava tey, sum nakað heilt nýtt, gjørt av at leggja hesa tjóðarhátíð longu nú í […]

21

aug

Operation Valentine

Føroyski sjónleikarabólkurin Det Ferösche Compagnie (DFC) fer í summar undir eina nýggja forkunnuga sjónleikara-verkætlan í Sjónleikarhúsinum í Havn: Operation Valentine. Krígsárini 1940-45 undir lupp. Allur heimurin broyttist undir II. veraldarbardaga og okkara lítlu oyggjar í norðuratlantshavi sluppu heldur ikki óskalaðar. 13. apríl í ár vóru 75 ár liðin, síðani bretsku hermenninir stiðju fótin á land í […]

1

sep

Veitslan

Leikurin Veitslan er grundaður á danska filmin Festen,ið Thomas Vinterberghevur leikstjórnað og eisini skrivað filmleikrit til saman við Mogens Rukov.  Í 1999 vann Festen gyltu pálmarnar á filmsfestivalinum í Cannes. Veitlsan er umskrivaður til leik og lagaður til føroysk og norðurlendsk viðurskifti, og verður sett upp sum ein stór verkætlan við luttøku úr Grønlandi, Íslandi, Noregi, Danmark og Føroyum. Søgan snýr seg í […]

5

sep

Skeið í rødd og rørslu

At læra at brúka rødd og kropp er alfa og omega hjá einum sjónleikara, fyrilestrarhaldara ella einum, ið á ein ella annan hátt skal bera nakað fram alment. Tí skipar MáF nú fyri vikuskiftisskeiði í rødd og rørslu á Føroya Fólkaháskúla tann 5. – 6. september 2015. Lærarar verða Ria Tórgarð og Súsanna Tórgarð. Skeiðið miðjar […]

7

nov

Eykasýningar til Fólk og dólgar í Kardamummubýnum

Havnar Sjónleikarfelag letur í næstum hurðarnar upp til leikin Fólk og dólgar í Kardamummubýnum. Fólk og dólgar í Kardamummubýnumer ein stuttligur familjuleikur við nógvum góðum tónleiki og sangum, sum vit øll kenna. Høvundur: Thorbjørn Egner. Leikstjóri: Hjálmar Dam. Stað: Sjónleikarhúsið. Sýningarnar verða soleiðis: Týs- miku- og fríggjakvøld kl 18:00 og leygar- og sunnudagar kl 16:00. 7. november […]

1

dec

Leikaløtan 2015

Dramaverkstaðið skipar sum vant fyri leikaløtuni í desember. Nærri kunning um leik/ir og sýningar kemur seinni.