10

mar

Aðalfundur 2018

MáF hevur aðalfund Leygardagin 10. mars 2018 kl. 11:00 í Losjuni við Gøtugjógv. Dagsskrá sambært lógini (sí hjáløgdu skjøl).   Fundarboð og skrá.pdf Lóg_MáF.pdf

15

mar

Suðuroyar Kabarettin

Í hesum døgum framførir Suðuroyar Sjónleikarafelag skemtiligu Suðuroyðar Kabarettina í mentanarhúsinum SALT á Drelnesi. Higartil hava seks sýningar verið, sum hava gingið væl og verið sera væl móttiknar. Eini 1400 fólk hava verið og hugt. Einki virki sjónleikarafelag hevur verið á Suðuroynni í fleiri ár, so nýstovnaða felagið fegnast um góðu móttøkuna av kabarettini. Tað […]

21

apr

Leikur: Djarvi Macbeth

Í fjør heyst fór Havnar Sjónleikarfelag í samstarvi við Riu og Súsonnu Tórgarð úr Teatur Grugg undir eina spennandi verkætlan at stovna leikbólkin “Shakespeare Unplugged” við 6 ungum áhugaleikarum úr Havnar Sjónleikarfelag: Rógvi Dam, Eyðbjartur Skaalum, Petur Meinhard E. Andersen, Rúna Johanna Aref, Rebekka Dam á Neystabø og Ebba Malena Debess. Í bólkinum hevur verið […]

27

apr

Ljós- og ljóðskeið

Brennur tú fyri at arbeiða við ljós- og ljóði á ein kreativan hátt? Spennandi skeið verður í Losjuni við Gøtugjógv 27. – 29. apríl 2018. Lærarar verða Súni Joensen og Asger Kudahl Sørensen. Tekna teg til skeiðið her. Sí nærri upplýsingar í skeiðslýsingini niðanfyri. Skeiðslýsing_Ljós-og ljóðskeið 2018.pdf

26

maj

Dramaverkstaðið á ferð

Dramaverkstaðið í Tórshavn, sum varð 20 ár í januar, fer í næstum út úr verkstaðnum at framføra tveir barnaleikir:“Gullringurin” og “Fremmanda gentan”. Eisini syngur dramakórið. Framførslan við báðum leikum og kórinum varir í uml 50 minuttir. Leiksýningar: Løkshøll í Runavík: 26. mai kl. 14:00 og 16:00. Tjóðpallur Føroya: 12. juni og 13. juni kl. 18:00 Atgongumerki á […]

11

jul

EDERED 2018

EDERED er ein felagsskapur, ið skipar fyri barna-/ungdómstiltøkum í samband við sjónleik. Endamálið hjá felagsskapinum er at menna millummentarligt arbeiði innan drama og sjónleik fyri børn/ung í Evropa. Tiltakið fevnir m.a. um sjónleikaraskeiðir av ymiskum slag og framførslur, har børn/ung í aldrinum 13-15 ár, ið hava áhuga innan sjónleik fáa høvi at menna seg, fáa […]

31

jul

NEATA Youth Camp

Í samband við stóra NEATA stevnuna, ið verður í Litava í døgunum 31. juli – 5. august 2018, verður eisini skipað fyri einari NEATA ungdómslegu 24. juli – 5. august, har ung í aldrinum 18-30 ár fara at luttaka úr teimum ymisku NEATA limalondunum. Heitið á verkætlanini er “Cultural Jams”. Eitt nú fara luttakararnir at […]

31

jul

Føroyskur leikbólkur til Litava

Í ár verður tann 10. NEATA Festivalurin í Anykschiai í Litava í døgunum 31. juli – 5. august. Heitið á festivalinum er “Traditions Create Future”. Sum limur í NEATA er MáF eisini saman við øllum hinum NEATA limalondunum boðin at luttaka við leikbólki. MáF samskipar luttøkuna og ferðina úr Føroyum og hevur í hesum sambandi heitt […]

1

okt

Leikur: Jørundur Hundadagakongur

Í sambandi við at Havnar Sjónleikarfelag fyllir 100 ár í ár, sýnir felagið í hesum døgum leikin Jørundur Hundadagakongur, eftir Jónas Árnason. Leikurin, ið er bygdur á eina av mest merkisverdu hendingum í søgu Íslands, er ikki ein sannsøguligur leikur, men er tað, ið høvundurin kallar eitt “ósøguligt leikhúsverk”. Talan er um ein skemtileik, við […]

2

nov

Leikur: Hedda Gabler

HEDDA GABLER – Í BÝRÁÐSHÚSINUM Í NORÐRAGØTU FRÁ 2. NOVEMBER Um leikin: Júst heimkomin av brúðarferð í 6 mánaðir, upplivir vakra og sjálvsikra Hedda, at hon er fangað í eini inniklemmandi, keðiligari og smáborgarligari verð. Tá hon so hoyrir at gamla flamma hennara, Eilert Lovborg, er vendur aftur til býin, forelskaður í aðrari kvinnu, og […]