Stanislavskij-skeið 2021


Lýsing av tiltakið

Dato: 23 apr 2021

KL: 17:30


Spennandi og dynamiskt Stanislavskij-skeið í døgunum 23. – 25. apríl 2021 á Gjáargarði. Tak eitt vikuskifti úr kalendaranum og fá nakrar spennandi, mennandi og avbjóðandi dagar saman við danska undirvísaranum Hanne Jørne, ið hevur fleiri ára royndir innan undirvísing. Skeiðið byrjar fríggjakvøld og heldur fram leygardag og sunnudag. Skeiðsgjaldið er kr. 1.500,- fyri dupultkamar og kr. 1.900,- fyri einakamar og er íroknað skeið og uppihald við mati. Sí nærri upplýsingar um skeiðið niðanfyri:

Skeiðslýsing_Stanislavskij-skeið 2021

Nærri lýsing av Stanislavskij-skeiðnum

Gevi gætur: Freistin fyri tilmelding og skeiðsgjaldi er 1. februar 2021, og avlýsing minni enn ein mánað undan skeiðsbyrjan verður ikki endurgoldið.