Nevndin

Noomi Reinert
Nevndarforkvinna
Noomi er útbúgvin lærari. Uppvaksin í Gøtu, men býr í Leikvík. Hon starvast á skúlanum við Løkin i Runavík. Noomi er sera virkin í sjónleiki í Gøtu og hevur verið við í teimum tveimum stóru uppsetingunum, sum hava verið seinastu árini. Fyrst var hon við í leikinum Spanska Flugan og síðan í Systrunum á Kinn. Noomi er eisini sera virkin sum undirvísari, og undirvísir bæði børnum og ungum í sjónleiki. Umframt at virka sum forkvinna í MáF, er Noomi eisini varaforkvinna í stýrisbólkinum í NEATA.
Ebba Sofía Kruse
Nevndarnæstforkvinna
Ebba Sofía er útbúgvin námsfrøðingur. Hon er fødd, uppvaksin og búsitandi í Havn, og starvast á Dagstovninum Birkilund, og sum dramalærari á Dramaverkstaðnum. Ebba Sofía hevur verið sera virkin innan drama og sjónleik tey seinastu 20 árini. Tey fyrstu árini sum áhugaleikari og skeiðsluttakari á sjónleikarastevnum og dramaskeiðum bæði í Føroyum og uttanlands, og tey seinnu árini sum lærari, pallfólk, ljóðfólk, leikritahøvundur og leikstjóri. Eitt tíðarskeið var Ebba Sofía eisini forkvinna í “Ung í MáF”, og hevur hon í nógv ár verið virkin innan nevndararbeiði m.a. á Dramaverkstaðnum bæði sum nevndarlimur og forkvinna.
Hanus Gregersen
Kassameistari

Hanus er útbúgvin maskinmekanikari og starvast hjá Thomsen og Co. sum verkførari. Hann hevur verið virkin innan sjónleik, skemt, pallsmíð og ljós- og ljóðtøkni í nógv ár og er somuleiðis sera virkin í Klaksvíkar Sjónleikarafelag.

Mariann Johansen
Nevndarlimur
Arnfinnur Nesá
Nevndarlimur
Vígdis Tindskarð Klein
Varalimur
Louis Poulsen
Varalimur