At skriva til pall


Lýsing av tiltakið

Dato: 23 apr 2021

KL: 17:30


Kreativt skriviskeið verður í døgunum 23. – 25. apríl 2021 á Gjáargarði. Kundi tú hugsað tær at ment eitt hugskot til ein sjónleik? Tak eitt vikuskifti úr kalendaranum og fá nakrar spennandi, mennandi og kreativar dagar saman við danska undirvísaranum Gunvør Reynberg, ið hevur drúgvar royndir sum tekstahøvundur, sjónleikari og leikstjór. Skeiðið byrjar fríggjakvøld og heldur áfram leygardag og sunnudag. Skeiðsgjaldið er kr. 1.500,- í dupultkamari og kr. 1.900,- fyri einakamar og er íroknað skeið og uppihald við mati. Sí nærri upplýsingar um skeiðið niðanfyri:

Skeiðslýsing_At skriva til pall 2021

Gevi gætur: Freistin fyri tilmelding og skeiðsgjaldið er 1. februar 2021, og avlýsing minni enn ein mánað undan skeiðsbyrjan verður ikki endurgoldið.