Leikur: Friður á pallinum!


Lýsing av tiltakið

Dato: 28 okt 2025

KL: 13:30


Klaksvíkar Sjónleikarfelag spælir í hesum døgum skemtileikin “Friður á pallinum!”, sum snýr seg um ein sjónleikarbólk, ið venur ein leik. Hetta er ein klassisk farsa við margháttligum misskiljingum, stuttligum persónum og undirhaldandi fløkjum.

Leikurin, ið hevur upprunaheitið “Noises Off”, varð skrivaður av enska rithøvundanum Michael Frayn og varð frumsýndur á West End í London í 1982. Leikurin fekk sera góð ummæli, og fólk streymaðu til sýningarnar, sum koyrdu uttan íhald í fimm ár. Leikurin hevur síðani verið spældur víða hvar, og hann hevur vunnið nógvar heiðurslønir – eitt nú í Bretlandi og í USA.

Níggju leikarar eru við í “Friður á pallinum!”, og hesi eru bæði eldri og yngri leikarar við royndum – eisini saman við Adelborg Linklett. Fimm menn og fýra kvinnur eru í leikinum, og tey, sum fara at spæla, eru: Karl Sofus í Heimistovu, Karl Marius Poulsen, Hans Hjalti Skaale, Jan Gardar, Louis Poulsen, Emry Jo, Durita Samuelsen, Jancy Kalsø og Eliana Svøðstein.

Andrias Justesen á Viðareiði hevur týtt leikin til føroyskt.

Annfinnur Heinesen leikstjórnar, Edward Fuglø ger pallmyndina og Nikolaj Falck, sum er giftur ommudóttir Adelborg Linklett, verður pallsmiður. Samstarv er gjørt við Tekniska skúla í Klaksvík um bygging av pallinum, og teirra vegna fer Sjúrður Sólstein, leiðari á timburdeildini, at leggja næmingum lag á.

“Friður á pallinum!” verður sýndur í Varpinum í Klaksvík og atgongumerki kunnu keypast inni á atgongumerki.fo: Friður á pallinum!