Friður á pallinum!


Lýsing av tiltakið

Dato: 24 okt 2025

KL: 19:30


Klaksvíkar Sjónleikarfelag fer í heyst at spæla skemtileikin “Friður á pallinum!”, sum snýr seg um ein sjónleikarbólk, ið venur ein leik. Hetta er ein klassisk farsa við margháttligum misskiljingum, stuttligum persónum og undirhaldandi fløkjum.

Leikurin, ið hevur upprunaheitið “Noises Off”, varð skrivaður av enska rithøvundanum Michael Frayn og varð frumsýndur á West End í London í 1982. Leikurin fekk sera góð ummæli, og fólk streymaðu til sýningarnar, sum koyrdu uttan íhald í fimm ár. Leikurin hevur síðani verið spældur víða hvar, og hann hevur vunnið nógvar heiðurslønir – eitt nú í Bretlandi og í USA.

Andrias Justesen á Viðareiði hevur týtt leikin til føroyskt.

Leikstjóri: Arnfinnur Heinesen.

Leikarar: Karl Sofus í Heimistovu, Karl Marius Poulsen, Hans Hjalti Skaale, Jan Gardar, Louis Poulsen, Emry Jo, Durita Samuelsen, Jancy Kalsø og Eliana Svøðstein.

Pallmynd: Edward Fuglø.

Pallsmiður: Nikolaj Falck. Samstarv er gjørt við Tekniska skúla í Klaksvík um bygging av pallinum, og teirra vegna fer Sjúrður Sólstein, leiðari á timburdeildini, at leggja næmingum lag á.

“Friður á pallinum!” verður frumsýndur í Varpinum í Klaksvík kl. 19:30n fríggjakvøldið 24. oktober 2025.

Atgongumerki kunnu keypast á atgongumerki.fo á hesum leinki: Friður á pallinum!